Úr myndasavninum



Úr videosavninum



Kunngerðir


18.02.2017

Ársaðalfundur

18.02.2017

Floksting 2017


Hús og heim



Til sølu



Merkisdagar og minningarorð



07 Vestur hevur spennandi álopspar


Skrivað hevur Jákup Ósá 16.02.2017 - 17:02

Lýsing Lýs her...

Søren Nielsen og Ken Fagerberg kunnu kom at geva mongum verjum trupulleikar í ár.


Í gjárkvøldið spældu KÍ og 07 Vestur venjingardyst í Klaksvík. Hóast KÍ hevði munin og vann uppiborið 1-0, so kundi ein síggja ábendingar um, at 07 Vestur kann fara at arga í fleiri dystum í ár. Tí serliga tveir leikarar vístu seg at hava eitt høgt støði, og tað vóru útlendsku álopsleikararnir Søren Nielsen og Ken Fagerberg. Søren er danskari og var bæði toppskjútti og ársins leikari hjá 07 Vestur í fjør, meðan svenski Ken Fagerberg er komin til felagið í ár. Hann hevur áður spælt nógvar dystir í Superliguni. Teir báðir hava bæði skjótleika og styrki og skaptu trupulleikar fyri KÍ fleiri ferðir. Fleiri ferðir var líka við, at hetta gav mál og tá teir hava spælt meira saman og eru í enn betri venjingarstøðu, so bendur okkurt á, at 07 Vestur kanska kann koma at hava eitt tað besta álopsparið í Effodeildini.

Lýsing Lýs her...