Úr myndasavninum



Úr videosavninum



Kunngerðir



Hús og heim



Til sølu



Merkisdagar og minningarorð



1.deild kann styrkja sína støðu í oddastríðnum


Skrivað hevur Jákup Ósá 13.08.2017 - 06:48

Lýsing Lýs her...
KÍ fær í kvøld vitjan av Giza Hoyvík í 1.deild. 

AB liggur á odda í 1.deild við 40 stigum, fýra fleiri enn KÍ á 2. plássi, ið aftur liggur fýra stig frammanfyri B68 á 3. plássi. Í kvøld møtast B68 og AB á Svangaskarði og tí er hetta møguleikin hjá KÍ at vinna sær fyrimun í mun til annað ella bæði av teimum liðunum, sum liðið kappast við í løtuni í oddastríðnum. Mótstøðuliðið Giza Hoyvík liggur á 8. plássi. 

At besta liðið hjá KÍ var nógv skert móti Víkingi ávirkar eisini 1.deild. Tað kann ikki roknast við, at leikarar sum Ólavur Niclassen og Jóannes K. Danielsen spæla hendan dystin, og tað gera Heðin Klakstein og Tórur Justesen heldur ikki, tí teir hava ikki loyvið at spæla, tá teir vóru á vøllinum fríggjakvøldið. Hinvegin kunnu vit vænta at síggja leikarar sum Dion Splidt, Aksel B. Danielsen, Steinbjørn Olsen og Jóhan W. Høgnesen, sum sótu á bonkinum móti Víkingi.

Dysturin í Klaksvík í kvøld byrjar kl. 20.00.  
Lýsing Lýs her...