Elding

Úr myndasavninum



Lesarabrøv


Jóhann Lützen

Saman at standa

Mary Antonsdóttir, forkvinna í Heilsuhjálparafelag Føroya

Ein skúli aftrat loysir ikki trupulleikan

Ragnar Ludvig

Hjartalag Guds

Jørgen Niclasen, løgtingsmaður

Nixon og Hoydal: I am not a crook

Jógvan Skorheim, borgarstjóri og stýrislimur í TSK

Kann onki fáa frið uttanfyri høvuðsstaðin?

Sjúrður Skaale (Tala hildin á fólkafundi í Lítlu Dímun 8. juni 2017).

Lítla Dímun - lítil oyggj, stórur varði

Hanus Hansen, reiðari

Heimaflotin harðast raktur


Úr videosavninum



Kunngerðir



Til sølu



5. umfar: Skal TB/FC Suðuroy/Royn spæla við um fremstu plássini?


Skrivað hevur Jákup Ósá 20.04.2017 - 23:17

Lýsing Lýs her...

Metingar: Áhugavert 5. umfar í Effodeildini stendur fyri framman. Ein spurningur undan umfarinum er, um TB/FC Suðuroy/Royn meinar tað seriøst í ár og veruliga ætlar at spæla við um tey fremstu plássini. Størsta uppgávan í landskappingini higartil bíðar hjá suðuroyingum.


Allir fimm dystirnir eru millum lið, sum onkursvegna kappast um somu pláss á stigatalvuni í løtuni. Tað eru nú verandi topp 5 lið umframt NSÍ, sum í løtuni liggur nummar 8, men sum væntast at enda væl longri uppi á stigatalvuni. Niðanfyri verður mett um teir fimm dystirnar í 5. umfari.


Skála-ÍF

Ein dystur millum tvey lið, sum líkjast tveimum, ið koma at enda í niðaru hálvu av stigatalvuni, sum eisini tey flestu væntaðu undan kappingini. Liðið hjá Skála er væl skipað, men verjukendi stílurin gongur útyvir álopsspælið at síggja til í málskjótingini. Av næstu seks dystunum hjá ÍF eru fimm á útivølli og heimadysturin er ímóti Víkingi. Tí má ÍF fáa fleiri stig á útivølli komandi tíðina, tí annars endar liðið heilt skjótt undir niðurflytingarstrikuni. Hesin dysturin kann enda 0-0, tí Skála hevur einki mál skorað. Men hetta er eisini upplagt høvið hjá Skála at fáa bæði hol á málskjóting og fáa sín fyrsta sigur. Tipping: 1 (1-0)


EB/Streymur-07 Vestur

EB/Streymur hevur spælt ein vánaligan hálvleik, og tá komu fimm mál ígjøgnum móti føroyameistarunum. 07 Vestur fekk ein sera týdningarmiklan sigur í fuglafirði seinast, og tað hevur helst sera stóran sálarligan týdning. 07 Vestur skal hava fleiri stig hesar komandi tveir dystirnar, tí eftir teir eru fýra dystir á útivølli móti topp fýra frá í fjør. Hetta verður helst ein javnur og spennandi dystur, sum hvørgan vil tapa. EB/Streymur hevur fyrimunin av heimavølli. Tipping: 1 (2-1)


TB/FC Suðuroy/Royn-B36

Nú kemur fyrsta ordiliga styrkisroyndin hjá TB/FC Suðuroy/Royn, sum hevur fingið eina góða byrjan móti liðunum, ið ikki eru styrkismett at enda í ovaru hálvu. B36 er skert í løtuni, men árstalsfelagið plagar at standa seg væl í Suðuroynni. Suðuroyingar hava fyrimunin av heimavølli og hava kanska størri sjálvsálit í løtuni, so kanska er javnleikurin ikki óhugsandi. Men B36 skal fáa sigrar nú, tí annars verður ov langt upp til toppin. Kanska avgerð fyrrverandi TB og FC Suðuroy leikarin Patrik Johannesen dystin. Tipping: 2 (0-1)


NSÍ-HB

Ein dystur millum tvey lið, sum hava spælt tríggjar av fýra dystum javnt. Skuldi Víkingur vunnið sín dyst, so verður langt upp til 1. plássið hjá tí liðnum, ið missir stig. NSÍ hevur ongan dyst vunnið, meðan HB bara hevur vunnið á 07 vestur á heimavølli. Í Runavík plaga hesi liðini at skiftast um at vinna og eisini eru fleiri málleysir javnleikir komnir seinastu árini. Trupult at peika á nakran favoritt, og tí er javnleikurin eitt gott boð. Tipping: X (1-1)


Víkingur-KÍ

Tað plagar at vera undirhaldandi, tá hesi liðini møtast, og tað verður tað nokk eisini hesaferð. Víkingar skulu hevna tey mongu vánaligu úrslitini móti KÍ í fjør, meðan KÍ skal í minsta lagi fáa ein javnleik fyri ikki at missa Víking heilt úr eygsjón, í øllum førum fyribils. Higartil í ár hevur Víkingur verið meira sannførandi, men felags fyri bæði liðini er, at tey ongan dyst hava tapt í landskappingini. Heimavøllurin og stigatalvan peika á Víking, meðan innanhýsis úrslit peika á KÍ. Tí er kanska mest upplagt at fara ímillum og siga ein javnleik. Tipping: X (1-1)

Lýsing Lýs her...