Mentanardagar í Sunda kommunu

Úr myndasavninum



Úr videosavninum



Kunngerðir



Hús og heim



Til sølu



Merkisdagar og minningarorð



68% siga ja til samkynt hjúnaband


Skrivað hevur Oliver Joensen 07.05.2013 - 19:46

Lýsing Lýs her...

Nýggj kanning hjá Gallup Føroyum vísir, at meira enn tveir triðingar av føroyingum taka undir við, at samkynd kunnu ganga saman í borgarligt hjúnaband í Føroyum. Uppskot um at dagføra hjúnabandslógina verður lagt fyri løgtingið beint eftir Ólavsøku

Í kanning, sum Gallup Føroyar hevur gjørt fyri LGBT Føroyar, taka heili 68% undir við, at samkynd kunnu ganga saman í borgarligt hjúnaband. Tað vil siga, kunnu vígast á ráðhúsum og sýsluskrivstovum, men ikki í kirkjum og samkomum. Harafturímóti siga einans 27% seg vera móti hesum. 5% siga seg ikki vita hvat tey halda um málið.

Í øllum økjum í landinum, í øllum aldursbólkum, í øllum útbúgvingar- og lønarbólkum er meiriluti fyri eini broyting í hjúnabandslógini, soleiðis at samkynd verða javnsett við aðrar borgarar.

Tá spurningurin verður býttur út á kyn, siga heili 72% av kvinnum ja til at javnseta samkynd og hinskynd í hjúnabandslógini, meðan tað eru 65% av monnum, sum siga ja.

- Hetta er eitt fantastiskt úrslit og eitt gjøgnumbrot í stríði okkara fyri javnrætti. Hetta prógvar tað vit í LGBT leingi hava havt varhugan av, nevniliga at fólkið í Føroyum er nógv meira rúmligt enn politiska landslagið ber boð um, sigur Sonja Jógvansdóttir, nevndarlimur í LGBT Føroyum.

Lógaruppskot eftir Ólavsøku

Rigmor Dam, Bjørt Samuelsen og Poul Michelsen fara at leggja fram lógaruppskot beint eftir Ólavsøku. Uppskotið snýr seg um at dagføra núverandi hjúnabandslóg, so samkynd eisini kunnu ganga saman í borgarligt hjúnaband. Í lógaruppskotinum verða kirkjur og samkomur undantiknar at víga samkynd.

- Henda kanningin vísir heilt greitt, at Føroya fólk ynskja at javnseta hinskynd og samkynd í hjúnabandslógini. Vónandi fer løgtingið at taka hetta til sín og samtykkja uppskotið við eins greiðum meirilutasum tann vit síggja í fólkinum, sigur Eiler Fagraklett, nevndarlimur í LGBT Føroyum.

Lýsing Lýs her...