Úr myndasavninum



Lesarabrøv


Andrass Skalum, limur í Umboðsráðnum fyri Ognarfelag Tryggingartakaranna

Valdsins misnýtarar

Símun Gullaksen, formaður Norðoya Fólkafloksfelag

Fiskivinnunýskipanaruppskotið er ov kollveltandi

Edmund Joensen, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin

Maðurin í nei-hattinum

Marjus Dam, fyrrverandi løgtingsmaður

Hvar eru klokkukláru mannagongdirnar og gjøgnumskygni

tórbjørn jacobsen

Lúturin

tórbjørn jacobsen

Tráðan

Stefan í Skorini, stjóri í Føroya Reiðarafelag

Verandi rættindi í vanda


Úr videosavninum



Hús og heim



Til sølu



Á Slættaratindi í dag við Norðoya Gongufelag


Skrivað hevur Oliver Joensen 12.02.2017 - 20:15

Lýsing Lýs her...

 Nýggja danska venjaranum hjá Stjørnuni, Per Klárup, hevði eg lovað at koma ein túr upp á hægsta fjall í Føroyum, nevniliga Slættaratind.

Ongantíð havi eg verið har sjálvur, so eg orðaði við Eydnu Thomsen frá Norðoya Gongufelag um at koma við sum guide. Leyst og liðugt var beinan veg. Hon aktiveraði gongufelagið og í morgun klokkan hálvgun tíggju fóru vit av Klaksvík. Afturat gongufelagnum, eg Árni Elttør, Per Klarup og sonur hansara.

Komin til Eiðisskarð har túrurin skuldi byrja, vóru vit 20 fólk. Umframt allar Klaksvíkingar, so vóru eisini Regin Ellingsgaard av Svínáum, Sunneva Vesturdal av Eiði og Eyðbjørg av Saltangará. Tær báðar seinastu ganga nógv við Norðoya Gongufelag.

Hóast nógva toku, so fingu vit ein fínan túr. Eftir at vit høvdu verið á Slættaratindi, gekk túrin oman Eystureftir og niðan á Gráfelli. Sjálvur var eg ikki á Gráfelli, men gekk harafturímóti niðan á Krákuna, sum er ein kneysi, ið er beint norðanfyri Gráfeli og einar 20 metrar lægri. 

Ferðalagið sum hevði verið á Gráfelli kom eisini niðan Krákuna og eftir at vit høvdu notið útsýnið hagani, gekk túrurin oman á Manssetur.

Hagani oman aftur á vegin omanfyri Eiði. Hóast gongufelagið hevði GPS við, so bleiv hann ikki brúktur, tí Regin Ellingsgaard leiddi fylgið meistarliga.

Aftur ein super túrur.

Lýsing Lýs her...