Elding

Úr myndasavninum



Lesarabrøv


Jóhann Lützen

Saman at standa

Mary Antonsdóttir, forkvinna í Heilsuhjálparafelag Føroya

Ein skúli aftrat loysir ikki trupulleikan

Ragnar Ludvig

Hjartalag Guds

Jørgen Niclasen, løgtingsmaður

Nixon og Hoydal: I am not a crook

Jógvan Skorheim, borgarstjóri og stýrislimur í TSK

Kann onki fáa frið uttanfyri høvuðsstaðin?

Sjúrður Skaale (Tala hildin á fólkafundi í Lítlu Dímun 8. juni 2017).

Lítla Dímun - lítil oyggj, stórur varði

Hanus Hansen, reiðari

Heimaflotin harðast raktur


Úr videosavninum



Kunngerðir



Til sølu



Ågot aftur til Grønlands leygardagin


Skrivað hevur Oliver Joensen 20.04.2017 - 16:04

Lýsing Lýs her...

 Teir rigga nú frysti/línuskipið Ågot til at fara aftur til Grønlands. Ågot verður eins og í fjør, móttøkuskip hjá Grønlendskum svartkalvafiskarum í Umanakfjørðinum.

Brøðurnir Eyðstein Poulsen, Hjaltur Poulsen og Ólavur Poulsen vóru umborð saman við pápanum Óla Poulsen, tá vit vitjaðu inn á dekkið fyri løtu síðani. 

Eyðstein Poulsen greiddi frá, at sera nógv var at hugsa um, tí skipið fer nú avstað og verður, um alt gongur eftir ætlan, ikki aftur fyrr enn í desember mánaða. Einir fimm seks mans verða umborð, um hálvan annan mánað, tá skift verður manning. Ågot viðgerð og frystir svartkalvan, sum so verður landaður og sendur beinleiðis á marknaðin. 

Hjaltur Poulsen sigur, at í fjør viðgjørdi Ågot og tók ímóti 1200 tonsum frá jollufiskarunum, og nú vit gera klárt, taka vit pakning til eini 1500 tons við okkum yvir. 

Beint nú eru veðurtíðindini onki serlig frá Umanakfjørðinum. Eg havi fingið myndir hagani, sum vísa, at teir enn koyra við kavaskootarum og jeepum ímillum bygdir á fjørðinum eftir ísinum. Tað hevur við sær, at vit fara fyrst at liggja í Illulusat í ein mánaða ella so, til ísurin er loysnaður har norðuri, tá kunnu vit leggja okkum innast í Umanakfjørðinum. Eftir ætlan fara vit av Klaksvík leygardagin, segði Hjaltur Poulsen, skipari.

Lýsing Lýs her...