Elding

Úr myndasavninum



Úr videosavninum



Kunngerðir



Størv



Til sølu



Almenn ráðstevna um orðblindni


Skrivað hevur Tíðindaskriv 20.04.2017 - 09:14

Lýsing Lýs her...

Fríggjadagin, 19. mai, skipar Tali- og hoyriráðgevin fyri almennari norðurlendskari ráðstevnu á Hotel Føroyum um orðblindni.

Orðblindni, eisini kent undir navninum dysleksi, er tað at hava ilt við at lesa og skriva, og mett verður, at umleið 3.500 føroyingar eru í hesi støðu. Í einum samfelagi, har lesi- og skriviførleikin er so týdningarmikil, gerst hetta skjótt ein meinur vansi hjá tí rakta og kann ávirka bæði útbúgving og lívsmenning.

Inni í familjunum stríðast foreldur og orðblind børn ein mangan torføran dyst við skúlatingunum, og í skúlanum kenna børnini seg skjótt uttanfyri, hóast tey eru líka gløgg sum onnur.

Á ráðstevnuni fortelja fýra norðurlendskir serfrøðingar, hvat orðblindni er og ger við børn og ungdóm, og hvussu gransking og tøknilig frambrot lata upp fyri nýggjum møguleikum at hjálpa.

Peter Lund Madsen greiðir frá, hvussu orðblindni uppstendur og ávirkar børn okkara, Turid Helland leggur fram nýggjan kanningarhátt, sum kann staðfesta orðblindni longu hjá barnagarðsbørnum, Christian Bock lýsir, hvussu teldutøkni kann gera orðblind sjálvhjálpin, og Åsne Midtbø Aas vísir á, hvussu førleikamenningin av pedagogum og lærarum innan orðblindni kann skipast.

Føroyskir leiðarar gera eisini status yvir støðuna hjá orðblindum næmingum og lesandi í Føroyum.

Tað verður Poul Michelsen, landsstýrismaður í vinnumálum, sum fer at seta ráðstevnuna. Ráðstevnan er sum nevnt almenn og er serliga ætlað foreldrum, pedagogum, lærarum, skúlum og stovnum, sum vilja dagføra sína vitan um orðblindni og tey hálparamboð, sum finnast á økinum.

Lýsing Lýs her...