Lutherdagar

Úr myndasavninum



Úr videosavninum



Kunngerðir



Hús og heim



At ferðast er at liva


Skrivað hevur Jóhann Lützen 04.10.2017 - 08:00

Lýsing Lýs her...

Fleiri føroyingar síggja ferðavinnuna sum ein trupulleika. Heldur eiga vit at síggja hana sum eina avbjóðing. Samstarv, samskipan og tað at halda seg framat eru lyklaorðini, ið livast skulu upp til fyri at fáa eina væleydnaða ferðavinnu í Norðoyggjum

Ein stórur trupulleiki við ferðavinnuni, ið kann vendast til ein fyrimun, er, at mong ferðafólk ikki leggja pening eftir seg í teimum lokaløkjunum, tey vitja. Bussfeløg úr Havn koyra turistar kring oyggjarnar, og ofta verður bert steðgað á eina løtu, soleiðis at ferðafólkini ikki fáa stundir at leggja tað stóra eftir seg.

Her eiga Norðoyggjar og Klaksvík at leggja seg betur eftir at gera so nógvar uppgávur sum gjørligt lokalt. Vinnan eigur at ganga saman um eitt incoming-felag í Klaksvík. Tá stór ferðamannaskip koma á Norðhavnina, er ongin sum helst orsøk til, at bussurin, ið skal flyta tey víðari og runt í landinum, kemur allan vegin úr Tórshavn. Tvørturímóti er tað ein fyrimunur fyri bæði ferðafólkini og Norðoyggjar, at tey fáa ein lokalan buss við staðkendum ferðaleiðara við beinanvegin.

Trupulleikin er kanska, at ferðavinnan í Norðoyggjum er ov spjødd og at aktørarnir vita ov lítið av hvør øðrum. At kempa á fleiri frontum samstundis uttan miðvísa samskipan ger allar partar veikari. Her eiga Klaksvíkar Kommuna, Klaksvíkar Havn, Norðoya Kunningarstova og teir staðkendnu ferðaleiðararnir at fara í samstarv um at framleiða tilfar, sum er serliga rættað móti ferðafólki, sjálvsagt fyrst og fremst á enskum, og møguliga eisini á týskum og donskum ella norskum, har høvuðsdenturin liggur á sightseeing, handilsvinnu, tænastuvinnu (caféum, matstovum, hotellum og líknandi) og praktiskari kunning.

Her er neyðugt at kunningartilfarið er málrættað. Eru móttakararnir ferðafólk, skal tilfarið sjálvsagt venda sær til turistar. Eru móttakararnir ferðaskrivstovur, skal tað málrættast teimum, og er talan um flutningsfyritøkur, eigur tilfarið at laga seg eftir tí. Til ber ikki at røkka fleiri av hesum bólkum við sama kunningartilfari. Eins og farmaskipum ikki nýtist kunning um Kópakonuna, nýtast ferðafólk á cruiseskipum ikki at lesa um longd av bryggju.

Tað eigur at bera til at selja ferðaskrivstovum og ferðafólkaskipum samlaðar pakkar, ið hava verið til hoyringar hjá lokalu aktørunum í ferðavinnuni, og tað eigur eisini at bera til at tilrættaleggja útferðir í øllum Føroyum frá Norðoyggjum. Er vilji til samstarv, eru allar fortreytir fyri, at ferðavinnan í Norðoyggjum ikki gerst nakar trupulleiki, sum vit hava sæð aðrastaðni í landinum, men í staðin verður eitt kærkomið íkast til lokalsamfelagið. Og so tað týdnignarmiklasta. Vit mugu duga at taka fyri okkum. Ferðavinnan er ikki vælgerandi, men big business!

Lýsing Lýs her...