Black Friday

Úr myndasavninum



Úr videosavninum



Hús og heim



Til sølu



Merkisdagar og minningarorð



At leysgeva Cannabis í Føroyum - hvat er endamálið?


Skrivað hevur John William Joensen 20.10.2017 - 10:12

Lýsing Lýs her...

MÍN MEINING UM CANNABIS kjaki: At grøða sjúkur og at geva heilivág er ein komplexur vidinskapur. Einki stof ella evni, nátúrlig ella evnafrøðilig eru gott fyri alt og øll. 

Cannabis - sum hevur verið nýtt í viðgerð í fleiri ár ymsastaðni í heiminum, verður brúkt til ávís ting av læknum. Í samband við krabbameins sjúklingar hevur tað víst seg at givið linna við uppkast (spýggju) og tí gjørt sjúklingin betri móttakiligan fyri øðrum heilivági og harvið fingið eina betri samlaða viðger. Eisini hevur tað havt jalig árin á ávís ting hjá ávísum sjúklingum við øðrum sjúkum. 

Men Cannabis er ikki gott fyri sjúklingar, sum hava trupuleikar við blóðtrýstinum og tað eru fjøld av fólki sum hava lágt blóðtrýst. Tað verða eisini gjørdar royndir við parkinsonsjúklingum og har hevur tað givið linna til fólk, sum hava ógvusliga pínu og sum hava verið í viðgerð við sterkum pínu doyvandi evnum, sum hava onnur óheppin hjáárin. 

Bretska parkinsonfelagið hevur gjørt samrøður við royndarsjúklingar, sum hava fingið cannabis og útsagnirnar hjá teimum eru sera ymiskar. Ein greiður frá at sjúkra eyðkennini gjørdust ógvusligari tá hann tekur cannabis, men at hann heldur seg hava brúk fyri "kenningini" ella góðu kensluni sum hann fær við at taka evni. Men samstundis greiður hann frá at hann kann ikki verða millum fólk tá hann er ávirkaður av evninum. Hann uppførir seg øðrvísi og er ósosialur. 

Summi, sum hava Parkinson stríðast við "Hallutatiónir" har tey upplivað og síggja hendingar, sum bert eru inni í heilanum og ikki veruligar. Hjá teimum ger Cannabis ilt verri. Tí er alneyðugt at lurta verður eftir læknum og granskarum. Tað verður nógv granskað í løtuni, men úrslitini eru ikki eintýðug. 

Í øllum føri er Cannabis ikki nakað mirakul evni og útsøgnin frá Jenisi í KVF í morgun har hann kriminaliseraði føroyska heilsuverki, danska heilsustýri og øll tey norðurlendsku heilsuverkini, sum gera eitt stórt arbeiði fyri at granska innan hetta økið OG eina breiða viftu av øðrum økjum - var út av lagið og fullkomiliga úti av proportiónum. Útsagnirnar hjá Jenisi eru við til byggja eina mytu upp kring Cannabis og fyri kortum ringdu fólk inn í sending í KVF og greiddu frá at Cannabis grøddi krabbamein, pínu í lærinum, parkinson, o.a.m..... 

Cannabis er bara eitt av teimum mongu heimaráðum, sum eg hoyri um hvønn dag. Eg havi enntá fingið eina uppskrift til eina salat frá fólki, sum trúgva at hetta grøðir parkinson. Eg haldi bara at vit eiga at lurta eftir gransking og teimum granskarum, sum arbeiða á økinum. Teir gera hóast alt vísindaligar royndir sum síðani eru dokumentatión fyri tær tilráðingar sum Heilsuverki ger. 

So skjótt sum cannabis granskingin hevur neyðuga dokumentatión og vit vita hvussu og hvørja ávirkan tað hevur á sjúklingar - fara heilsumyndugleikanir sjálvandi at mæla til, at tey sum fáa ágóðan av hesum evni fáa hóskandi Cannabis viðgerð. MEN at øll skullu hava cannabis oiju tí ein kona í Froba er vorðin frísk í stóruTÁ við brúka Cannabisolju oso.fr...o.so.fr.. er sera trupult at fyrihalda seg til og eg dugi ikki at síggja hvussu tinglimir skulu fáa eitt bein til jørðina við at agera sum heilsumyndugleikar og geva øllum fría atgongd til cannabis. 

Tað kann sjálvandi verða gott at hava eina kenning - tað verið seg av cannabis ella øðrum og tá ein er so álvarsliga sjúkur at eina er fullkomiliga tengdur at morfin og øðrum sterkum evnum er tað kanska lívsneyðugt og sera væl skilligt. 

Eg skal heldur ikki gera meg klókan uppá um canabis er verri ella betri enn alkohol tá fólk ynskja eina kenning - men eg fari at ávara ímóti at cannabis verður framstilla, sum ein mirakul kurur - tí slíkir eru ikki til. 

OG tey sum prædika mirkakulkurar geva fólki falska vónir. Eg havi hoyrt at Jenis bjóðar fólki grøðing fyri allar sjúkur - bara trúgvin er sterk nokk. Tá ein er sjúkur er ein sera sárbærur og hevur als ikki uppiborið at verða leiddur av populistiskum útsagnum og mirakulmakarum. Tað hava vit, sum eru sjúklingar als ikki uppiborið. Vit hava nóg mikið at stríðast við. 

Eg má enn einaferð undirstrikað at eg havi sum so onga meining um Cannabis, MEN eg haldi at kjaki er fari av sporinum. Tað má verða minstakravið at tað, sum læknar bjóða sjúklingum er prógva og væl dokumentara. At kjaki skal handla um at verða fyri ella ímóti Cannabis - gevur slett onga meining.

Lýsing Lýs her...