Úr myndasavninum



Úr videosavninum



Kunngerðir



Hús og heim



Til sølu



Avgjaldsstopp Nú, Takk !


Skrivað hevur Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur 04.01.2017 - 09:58

Lýsing Lýs her...

Nú er uppá hægstu tíð, at reyða samgongan við Javnaðarflokkinum, Tjóðveldi og Framsókn gevst við at oysa óhugnalig og mergsúgvandi avgjøld á okkum skattaborgarar.

Seinastu 14-15 mánaðir meðan samgongan hevur sitið við ræði, hevur vanligi borgarin bløtt í ólukkumát av reyðum avgjøldum, sum eru oyst oman yvir okkum.

Reyða samgongan tvífaldaði skattin til samhaldsfasta, hækkaði vegskattin við 20 prosentum, meir avgjald á bensin og diesel. Hækkaði Kringvarpsgjaldið fyri fleiri familjur, umframt at vinnan eisini fekk eykarokning. Eisini hækkaði núsitandi samgonga gjaldið til Heilsutrygd. Alt hetta kláraði hon uppá uppá fýra mánaðir. Avgjaldseffektivitetur má sigast.

Heldur samgongan tað, sum hon lovaði ?

Løgmaður hevur fleiri ferðir ført fram, at núsitandi samgonga heldur tað hon hevur lovað. Møguliga hevur samgongan hildið tað hon lovaði um skattalætta, men tey vóru snild nokk til ikki at siga, at avgjøld komu í staðin. Tað segði løgmaður nevniliga onki um áðrenn valið.

Lovaði løgmaður, at hækka inngjaldið til samhaldsfasta ?

Lovaði løgmaður, at hækka vegskattin?

Lovaði løgmaður at hækka avgjaldið á bensin og diesel ?

Lovaði løgmaður at hækka heilsutrygdargjaldið ?

Lovaði løgmaður at hækka Kringvarpsgjaldið fyri fleiri familjur og vinnuna ?

Lovaði løgmaður at hækka Tinglýsingina ?

Lovaði løgmaður at lækka skattafríu grundupphæddina hjá fólkapensjonistunum?

Lovaði løgmaður, at Norðoya- og Vágatunnilin skuldi verða pengamaskinur hjá samgonguni?

Hvat var tað sum fekk løgmann til at tiga um hetta áðrenn valið? Tað verður stundum tosað um, at tað sum stendur skrivað við lítlum í tryggingarpolisum skal lesast gjølla. Løgmaður skrivaði tað ikki eingang við lítlum, men valdi onki at siga um hesi avgjøldini áðrenn valið. Borgarin hevði tí als ongan møguleika at lesa ella hoyra um tey áðrenn valið. Tey blivu bara innførd eftir valið.

Tunnilsskatt til útvald.

Men núsitandi samgonga ætlar sær fleiri avgjøld. Ein sosialistisk samgonga fær ongantíð nokk av peningi frá borgarunum. Nú skulu tunnilsgjøldini nevniliga eisini halda áfram, eisini eftir at lánini í Vága- og Norðoyatunlinum eru útgoldin. Tað er ein slík avgjaldsøði, at tey eru til reiðar at bróta avtaluna um, at bummarnir skuldu burtur tá lánini vóru útgoldin. Hetta hendir samstundis, sum Løgmaður so seint sum í Nýggjársrøðu síni so fornemt segði , at gjáin ímillum miðstaðarøkið og uttanfyri miðstaðarøkið skuldi minka.

Heldur ikki her er samsvar ímillum orð og handling hjá løgmanni, tí løgmaður ætlar nevniliga at áleggja borgarum í einum parti av landinum eykaskatt, ein tunnilsskatt.

Hetta eru føgur slagorð, góðar orðavendingar og fín røða, men heldur ikki í praksis, sum so nógv annað hesi samgonguni.

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, løgtingslimur

Lýsing Lýs her...