Føroya Sjómannadagur

Úr myndasavninum



Lesarabrøv


Bjarni Hammer, Bjørt Samuelsen og Magni Arge

Samgongan: Fiskidagarnir óbroyttir næsta fiskiár

Jóannes M. Olsen

Jósef

Jógvan Skorheim, borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu

Vælkomin á Summarfestival

Kristianna Winther Poulsen, tingkvinna fyri Javnaðarflokkin

Nógvar uppgávur fyri framman

Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri

Vilhelm 75


Úr videosavninum



Kunngerðir



Hús og heim



Til sølu



B36 fær hendan útlendska profilin


Skrivað hevur Jákup Ósá 11.01.2017 - 16:32

Lýsing Lýs her...

B36 fær ein av komandi døgunum væntandi munagóðan styrk.

Talan er um kendan leikara í felagnum. Tí nú ljóðar fyri vist, at 27 ára gamli danski Philip Lund kemur aftur til Føroyar og B36. Lund var í B36 í 2015, tá hann spældi 7 dystir, skoraði 4 mál og legði upp til 2 mál fyri táverandi føroyameistararnar. Skaðar hava mangan – og eisini í 2015 – argað Philip Lund, men tá hann hevur spælt, so hava evnini verið eyðsýnd. Síðani 2015 hevur hann spælt í Malaysia og í Noregi. Philip Lund var vælumtókur millum B36 viðhaldsfólkini seinast hann var í Føroyum, so hetta er helst eitt keyp, sum verður vælumtókt í hvíta partinum av Gundadali.


Frammanundan hevur B36 styrkt seg við Christian R. Mouritsen og Patrik Johannesen.  Harafturat kann nevnast, at Odmar Færø og Eli F. Nielsen, ið báðir vóru lyklaleikarar í 2015, eru tøkir frá byrjan av í ár. Teir spældu bara seinnu hálvu í fjør. 

[youtube=http://www.youtube.com/watch?v=P7Xoiotzt5Q]


Lýsing Lýs her...