Úr myndasavninum



Úr videosavninum



Kunngerðir



Hús og heim



Til sølu



B36 flongdi KÍ í Klaksvík


Skrivað hevur Txt: Jákup Ósá. Myndir: Oliver 18.06.2017 - 17:21

Lýsing Lýs her...

(Dystarfrásøgn) Tað bleiv eitt pínligt úrslit fyri KÍ í sínum seinasta heimadysti áðrenn summarsteðgin.


Bæði liðini byrjaðu í áleið tí uppstillingini sum væntast kundi. Hjá B36 var Andrias Eriksen ikki við og tí byrjaði Bjarni Petersen í miðverjuni.


Effektiv B36 byrjan

Fyrstu løtuna av dystinum gekk javnt á. KÍ hevði fyrstu royndirnar, men so skoraði B36 eftir 8 minuttir. Tað lýsti kanska væl dagin hjá KÍ, har leikararnir ikki vóru serliga væl upplagdir, tí B36 skoraði eftir frísparksinnlegg og uppá eitt vanligt frísparksinnlegg plagar eitt lið ikki at skora ímóti KÍ. Róaldur sendi inn í høvdið á Odmar Færø og so var 1-0. Í 20. minutti økti B36 og Lukasz Cieslewicz, tá rangstøðufellan hjá KÍ ikki helt, og tað vísti aftur, at avtalurnar sótu ikki á KÍ liðnum hendan dagin. KÍ kundi minkað um munin beint eftir, tá fyrst Jóannes Bjartalíð var púra leysur, Tórður Thomsen bjargaði og so bjargaði B36 leikari á strikuni, tá KÍ leikari skeyt aftur eftir leysan bólt. Í 30. minutti bleiv dysturin kanska avgjørdur, tá bólturin tilvildarliga endaði hjá Benjamin Heinesen, sum staðfesti sítt góða kappingarár við enn einum máli. Fleiri mál kundu komið báðar vegir seinastu løtuna, men hálvleiksstøðan var 3-0 til B36, sum var eitt sjokk úrslit í Klaksvík, hóast B36 undan dystinum av fleiri var mett at hava møguleika at fáa stig í Klaksvík.


KÍ gav upp

3-0 er stór leiðsla, sum KÍ onkuntíð tó hevur klárað at innheintað, men tá skulu vit aftur til MB dystin í 1990 ella Víkinga dystin í 2012. Men tað kom ongantíð uppá tal, at nakað slíkt skuldi henda hendan dagin. B36 byrjaði betri í seinna hálvleiki, og B36 er so mikið gott lið, at B36 dugdi væl at stýra dystinum. Javnvágin millum tað at spæla trygt, ikki leggja seg aftur at verja, ikki fara í panikk og so taka leikferðina úr dystinum, tá tað kravdist. Alt hetta dugdi B36. Seinasta partin av dystunum komu nøkur mál, men tá var alt avgjørt. Endaliga úrslitið gjørdist 5-1 til B36. Í veruleikanum var seinni hálvleikur merktur av, at KÍ hevði givið upp, nú munurin á máltalvuni var so stórur.


KÍ tapir oftast við manér á heimavølli

Hetta var fyrsta tapið á heimavølli hjá KÍ í næstan eitt ár. Í fjør tapti KÍ tvær ferðir, 3-1 móti NSÍ og 4-2 móti ÍF. Tað sum hevur eyðkent øll hesi tapini hjá KÍ er, at tað eru tap við manér. Tað var klassamunur og úrslit og dystargongd kom púra óvæntað á, tí spenningur hevur ikki verið í nøkrum av hesum dystum. B36 hevur í ár verið kent fyri gott fótbóltsspæl og nógv mál, men eisini nógvar javnleikir og nógv mál eru farin ígjøgnum. Man sá eisini til tíðir, at B36 verjan ikki var so trygg, tí KÍ hevði heilt fitt av møguleikum gjøgnum dystin. Men B36 var klárt betra liðið og stýrdi dystinum frá byrjan til enda. B36 flongdi KÍ í Klaksvík í dag og KÍ legði rygg til eitt tað størsta tapið á heimavølli í nýggjari tíð. Hjá B36 var talan um sanna veitslu. Ein av størstu sigrunum hjá B36 í søgu felagsins í Klaksvík, og tá tað so frættist, at grannarnir úr HB vóru aftanfyri 2-1 móti Skála, so var stór gleði millum hvítu áskoðarafjøldina.

Lýsing Lýs her...