Úr myndasavninum



Úr videosavninum



Kunngerðir



Hús og heim



Til sølu



Merkisdagar og minningarorð



B36 kann taka oddasessin sunnudagin


Skrivað hevur Jákup Ósá 13.08.2017 - 09:54

Lýsing Lýs her...

Vinnur B36 báðar sínar dystir hesa komandi vikuna, so er oddasessurin teirra óansæð, hvat hendir í hinum dystunum.


B36 hevur vunnið seks dystir á rað og slík gongd munar av álvara á stigatalvuni. B36 hevur spælt seg innaftur í FM stríðið og er bara 4 stig aftanfyri oddaliðið Víking. Men komandi vikan fer at avgera, um B36 framhaldandi skal vera partur av FM stríðnum, tí liðið møtir báðum teimum fremstu liðunum. Mikukvøldið er framskundaður dystur í Gundadali millum B36 og NSÍ. Vinnur B36 tann dystin, so liggur liðið nummar tvey. Og sunnudagin skal B36 til Norðragøtu at spæla ímóti Víkingi. Vinnur B36 eisini tann dystin, so er oddasessurin tryggjaður óansæð, hvat hendir í hinum dystunum.


Hetta verður sostatt ein sera avgerandi vika fyri B36, har liðið sjálvt avger, um liðið skal taka oddasessin. Tá skal tó havast í huga, at liðið fer at hava spælt ein dyst fleiri enn øll hini burtursæð frá NSÍ.

Lýsing Lýs her...