Lutherdagar

Úr myndasavninum



Lesarabrøv


Jógvan á Lakjuni, tingmaður

Hvør er ST ???

Eivind Jacobsen, Strendur

Heilt stutt til Skorheim

Jógvan Skorheim, borgarstjóri og tingmaður

Hann ið gitir hann lýgur – Eivind Jacobsen

Brandur Sandoy, borgarstjóri á Sandi

Ein vanlukka fyri kommunukassarnar í Sandoynni

Jenis av Rana , Formaður Miðfloksins

Heilaga kúgvin má víkja fyri teimum sjúku!

Bárður S. Nielsen, formaður í Sambandsflokkinum

Sjúklingar skulu ikki bíða

Bergur Jacobsen (mynd: Dávur Winther)

Naggatódn Samskipan Føroya?

Johnny í Grótinum, kringvarpsstjóri

Aftursvar til Símun Absalonsen


Úr videosavninum



Kunngerðir



Hús og heim



Sætti KÍ dysturin á rað uttan tap móti B36


Skrivað hevur Jákup Ósá Myndir: Oliver Joensen 19.03.2017 - 22:17

Lýsing Lýs her...

(Dystarfrásøgn) KÍ fekk eitt gott stig í Gundadali móti B36 seinnapartin í einum dysti, har liðini áttu hvør sín hálvleik.


KÍ spældi í eini 3-4-3 leikskipan. Kristian Joensen, Ahmed Mujdragic og Atli Danielsen vóru nýggir í uppstillingini fyri Meinhardt Joensen, Jákup B. Andreasen (leikbann) og Albert Adu. Á miðvøllinum byrjaði Atli Danielsen sín fyrsta landskappingardyst í eitt knapt ár og hann kom heilt væl frá uppgávuni sum tann verjukendi á miðvøllinum. B36 var í sterkastu 4-2-3-1 uppstilling burtursæð frá vinstra bakkinum, har bæði Gestur B. Dam og Alex Mellemgaard manglaðu.


KÍ stýrdi fyrra hálvleiki

Fyrstu løtuna av dystinum fekk javnt á, men sum fráleið tók KÍ yvir. KÍ leikararnir løgdu meira fyri, vunnu nærdystirnar og stýrdu dystinum. Tað knípti tó við at skapa stórar møguleikar, men beint áðrenn hálvleik fekk Semir Hadzibulic, ið av Bláu Bylgjuni var valdur til dagsins leikara efftir dystin, pláss at skjóta langskot og hann rakti hann perfekt. 1-0 til KÍ í hálvleikinum, sum eisini var í tráð við leikgongdina, hóast B36 hevði ein stóran møguleika, tá Patrik Johannesen skeyt beint viðsíðuna av.


B36 trýsti í undanvindinum

B36 venjarin, Jákup á Borg, hevur helst tosað við stórum bókstavum í hálvleikinum. B36 liðið reisti seg og legði meira fyri í nærdystum. Meðan KÍ hevði undanvind í fyrra hálvleiki, so hevði B36 undanvind í seinna hálvleiki og kanska spældi vindurin meira inn enn ein kundi hugsa í skýlinum. B36 hevði bóltin størsta partin av seinna hálvleiki, har KÍ hevði trupult við at fáa hildið bóltin á liðnum. Í 68. minutti javnaði B36 uppá brotsspark. Róaldur Jakobsen var tryggur frá 11 metrum. Eftir hetta javnaði dysturin seg nakað út og KÍ fekk tveir stórar møguleikar síðsta partin av dystinum. Ahmed Mujdragic skallaði gott hornasparksinnlegg frá Dion Splidt uppum frá góðari støðu og Albert Adu fekk gott skot á inni í feltinum, men bólturin fór beint viðsíðuna av. Í hinum endanum hevði Philip Lund besta møguleikan, men royndin fór beint viðsíðunar av.


Rættvíst úrslit

Sæð yvir allan dystin var 1-1 javnleikurin eitt rættvíst úrslit. Bæði liðini høvdu 2-3 góðar møguleikar afturat málunum og áttu leikligu yvirvágina í hálvleikinum, tá tey høvdu undanvind. Soleiðis sum dysturin háttaði seg, so vóru bæði liðini helst hampiliga nøgd við eina stigið. KÍ fekk stig á útivølli móti einum av bestu liðunum á pappírinum í deildini, meðan B36 kom aftur eftir at hava verið aftanfyri. Tað merkir, at bæði KÍ og B36 hava spælt tveir javnleikir undan landsliðssteðginum. KÍ kann fegnast um, at liðið hevur takið á B36 fyri tíðina. Tí hetta var sætti dysturin á rað uttan tap móti B36 og ein slík gongd hevur ikki verið vanlig í nýggjari tíð.  

Lýsing Lýs her...