Elding

Úr myndasavninum



Úr videosavninum



Kunngerðir



Hús og heim



Til sølu



BAKKAFROST søkir Kokk til kantinu á Bakka


Skrivað hevur Bakkafrost 03.07.2017 - 11:12

Lýsing Lýs her...

Sum kokkur á Bakka fært tú møguleika til at gera vælsmakkandi og heilsugóðan mat til okkara starvsfólk og luttaka í framhaldandi menning av okkara kantinu. Tú verður partur av eini fyritøku, ið hevur heimsins longstu virðisketu í laksavinnuni. Vit framleiða matvørur úr føroyskum laksi – tann sunnasti og besti, ið marknaðurin hevur at bjóða.

Arbeiðsøki
Bakkafrost raðfestir sunnan og heilsugóðan mat til starvsfólkini, tí tað stuðlar undir einum betri og sunnari arbeiðsumhvørvi. Kantinan hevur sum mál at gera mat við sera góðari góðsku til ein sámiligan prís. Dentur verður lagdur á ein skilagóðan rakstur og innkeypspolitikk. Kantinan verður rikin á einum burðardyggum grundarlagi har matoyðsl ikki skal fyrikoma. Vit bjóða sunnan, fjølbroyttan og vælsmakkandi mat, og fylgja kostráðunum hjá Fólkaheilsuráðnum.

Arbeiðið í kantinuni er skipað í tveimum vaktum og vit gera mat til umleið 400 starvsfólk hvønn dag. Uppgávurnar hjá kokkinum eru tengdar at dagliga rakstrinum í kantinuni m.a. at:

  • Leggja til rættis arbeiðið í kantinuni í samstarvi við forkvinnuna
  • Gera matætlanir
  • Keypa inn vørur til kantinuna
  • Matgera vælsmakkandi og heilsugóðan mat til starvsfólkini
  • Veita tænastu í sambandi við fundir og kundavitjanir
  • Røkja aðrar uppgávur á økinum


Tín vangamynd
Tú ert útlærdur kokkur ella hevur royndir á tilsvarandi støði. Vit vænta, at tú leggur stóran dent á sunnan og góðan mat, at tú ert arbeiðssamur og hevur ein jaligan hugburð. Tú megnar at halda høvdið kalt, eisini tá ferðin gerst høg.

Sum persónur ert tú væl skipaður, virkisfúsur og dugir væl at læra frá tær. Tú leggur stóran dent á reinføri, góða tænastu og kanst bæði virka í góðum samstarvi við starvsfelagar og arbeiða sjálvstøðugt. Tú ert ábyrgdarfullur og hevur ein positivan hugburð til uppgávurnar. Eisini leggur tú stóran dent á gott samskifti innanhýsis og uttanhýsis. Tað er týdningarmikið, at tú kennir teg aftur í virðisgrundarlagnum hjá Bakkafrost, sum er at vera ábyrgdarfull, vísa virðing og vera íðin, effektiv og framsøkin.

Vit bjóða
Kantinan er nýggj og tú kemur saman við forkvinnuni at mynda arbeiðið í toyminum. Tú verður partur av eini fyritøku, ið skapar virðir til føroyska samfelagið við at framleiða heimsins bestu matvøru úr lokalari rávøru. Vit gagnnýta allan fiskin og leggja stóran dent á burðardygd. Vit leggja dent á at hava eitt gott arbeiðsumhvørvi, og kunnu bjóða tær góðar starvsfólkatryggingar.

Løn og setanartreytir
Vit bjóða eina kappingarføra løn samsvarandi førleikum, útbúgvingarstøði og royndum.

Meira at vita
Vilt tú hava meira at vita um starvið, ert tú vælkomin til at seta teg í samband við Guðrun Olsen, deildarleiðara, á tel. 23 51 15 ella við t-brævi til guol@bakkafrost.com.

Umsókn
Umsókn við avriti av prógvi, CV og viðkomandi skjølum skal sendast við t-brævi til hr@bakkafrost.com.

Umsóknarfreistin er mánadagin 7. august 2017. Starvið verður sett sum skjótast.

Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.

www.bakkafrost.com

Les meira um starvið og send umsókn á netinum á www.starvsportal.fo


Um Bakkafrost
Bakkafrost er størsta alifyritøka í Føroyum. Samtakið hevur fulla virðisketu frá fóðri, smolt- og laksaaling, kryvjing, liðugvøruframleiðslu til sølu. Framleiðslan av mjøli, lýsi og fóðri er á Havsbrún í Fuglafirði. Kryvjivirkini eru á Glyvrum og í Vági, meðan liðugvøruframleiðslan (VAP) er á Glyvrum. Alivirksemið hjá samtakinum er í Norðoyggjum, Eysturoy, Streymoy og Suðuroy. Høvuðsskrivstova felagsins er á Glyvrum. Samanlagt hevur samtakið 820 fulltíðar starvsfólk.
Lýsing Lýs her...