Lutherdagar

Úr myndasavninum



Lesarabrøv


Jógvan á Lakjuni, tingmaður

Hvør er ST ???

Eivind Jacobsen, Strendur

Heilt stutt til Skorheim

Jógvan Skorheim, borgarstjóri og tingmaður

Hann ið gitir hann lýgur – Eivind Jacobsen

Brandur Sandoy, borgarstjóri á Sandi

Ein vanlukka fyri kommunukassarnar í Sandoynni

Jenis av Rana , Formaður Miðfloksins

Heilaga kúgvin má víkja fyri teimum sjúku!

Bárður S. Nielsen, formaður í Sambandsflokkinum

Sjúklingar skulu ikki bíða

Bergur Jacobsen (mynd: Dávur Winther)

Naggatódn Samskipan Føroya?

Johnny í Grótinum, kringvarpsstjóri

Aftursvar til Símun Absalonsen


Úr videosavninum



Kunngerðir



Hús og heim



BankNordik ger íløgu í nýggja miðbýin í Klaksvík


Skrivað hevur Jóhann Lutzen 10.08.2017 - 18:46

Lýsing Lýs her...

BankNordik hevur í dag skrivað undir avtalu við Klaksvíkar kommunu og Norðhús um bygging av nýggjum bygningi til bankan í hjartanum av nýggja miðbýnum í Klaksvík

Talan er um verkætlanina Biskupstorgið, har Bústaðir og Klaksvíkar kommuna eru í ferð við at byggja ein íbúðarbygning, har veghæddin verður løgd av til alment, útatvent virksemi. BankNordik hevur avgjørt at byggja nýggjan deildarbygning sum part av hesi byggiverkætlan, ið skal húsa virksemi bankans í Klaksvík. Nýggi bygningurin kemur at verða 230 fermetrar og hýsa átta starvsfólkum.

“At BankNordik er partur av byggingini á Sandinum vísir, at BankNordik vil nakað í Klaksvík, og vit fegnast stórliga um, at peningastovnurin verður við í einari av mest spennandi ætlanum í Klaksvíkar kommunu” sigur Jógvan Skorheim, borgarstjórin i Klaksvík. “Tit skulu eiga stóra tøkk fyri, at tit eru við til at styðja uppundir hesa miðbýarætlan.”

“Nýggi bankabygningurin á Biskupstorginum verður væntandi liðugur eftir summarfrítíðina 2018, og fer hesin bygningur at vera betri fyri bæði viðskiftafólk og starvsfólk” sigur Árni Ellefsen, stjóri í BankNordik. “Klaksvíkin er ein býur í menning, og eru vit fegin um at vera við til at styrkja miðbýin og lívið í miðbýnum. Við hesi broyting ynskja vit at víðarimenna marknaðarstøðuna í Norðoyggjum.

“Sum partur av ætlanini hevur Christian í Grótinum keypt bygningin hjá BankNordik á Klaksvíksvegnum, og skal ein nýggjur heilsu- og umsorganardepil gerast har. Tænastur á heilsu- og umsorganarøkinum verða savnaðar í bygninginum, og fer tað at skapa møguleikar fyri enn betri tænastum til okkara borgarar” sigur Jógvan Skorheim at enda.

Lýsing Lýs her...