Úr myndasavninum



Úr videosavninum



Kunngerðir



Hús og heim



Til sølu



Barnahúsið IMBA søkir eftir einum námsfrøðingi


Skrivað hevur Barnahúsið IMBA 07.06.2017 - 23:11

Lýsing Lýs her...

men um eingin námsfrøðingur søkir, verður hjálparfólk sett í tíðaravmarkað starv.

Barnahúsið IMBA lat upp 1. apríl 2012. Í barnahúsinum IMBA hava vit børn í vøggu­stovu, barnagarði, forskúla og frí­tíð­ar­skúla.

Vit kunnu bjóða tær
eitt starv á 30 tíma viku, frá 14. august 2017.

Søkt verður eftir einum námsfrøðingi, sum

  • hevur, mildleika, virðing og umsorg­an fyri tí einstaka barninum, foreldr­um og starvsfeløgum
  • er jaligt, tekur ábyrgd og hevur góð samstarvsevnir
  • hevur hug og áræði at skapa ein fjølbroyttan, mennandi, tryggan og stuttligan gerandisdag saman við børnunum
  • er sjálvstøðugt, álítandi, nærverandi og nærlagt
  • sær møguleikar fram um forðingar


Vit kunnu bjóða

  • ein nýggjan stovn við arbeiðssomum starvsfólki
  • ein stovn við góðum uttandura spæliplássi
  • ein stovn, ið liggur mitt í  náttúruøki, beint millum haga, fjøru og fótbólts­vøll


Setanarviðurskifti
Lønar- og setanartreytir sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið

Starvsstaður er Barnahúsið IMBA
og tann, ið settur verður, skal kunna starv­ast við øllum børnunum á stovninum, og um stovnurin hevur  tørv á tí, má starvs­fólk­ið kunna flyta ímillum stovurnar

Umsókn við prógvi, og møguligum við­mæl­um/royndum skal vera okkum í hendi í seinasta lagi 21. juni 2017, kl. 10.00.

Nærri kunning um starvi fast við at ringja til leiðaran, tlf. 735891.

Umsóknin skal sendast til:

Barnahúsið IMBA
Fossávegur 23
730 Norðdepil

ella við t-posti til: barn@hvannasund.fo

Lýsing Lýs her...