Elding

Úr myndasavninum



Lesarabrøv


Heðin Mortensen

Lygn oman á lygn!

Jóhann Lützen

Saman at standa

Mary Antonsdóttir, forkvinna í Heilsuhjálparafelag Føroya

Ein skúli aftrat loysir ikki trupulleikan

Ragnar Ludvig

Hjartalag Guds

Jørgen Niclasen, løgtingsmaður

Nixon og Hoydal: I am not a crook

Jógvan Skorheim, borgarstjóri og stýrislimur í TSK

Kann onki fáa frið uttanfyri høvuðsstaðin?

Sjúrður Skaale (Tala hildin á fólkafundi í Lítlu Dímun 8. juni 2017).

Lítla Dímun - lítil oyggj, stórur varði


Úr videosavninum



Kunngerðir



Til sølu



Barnaminni av Stongunum


Skrivað hevur Helgi Abrahamsen 17.02.2017 - 07:02

Lýsing Lýs her...

Bergur Jacobsen, prestur, hevur seinasta hálva árið havt eina greinarøð í Norðlýsinum við yvirskriftini ”Barnaminni av Stongunum.” Í hesum greinum hevur hann greitt frá ymiskum hendingum frá barnaárunum, soleiðis sum hann minnist tær. Í sambandi við Torradagarnar fer Bergur í dag at hava eina framløgu um barnaminnini av Stongunum.

”Á eingilskum tosa tey um "a walk Down memory lane" (ein ferð gjøgnum minnini). Hesi barnaminni av Stongunum eru eisini ein ferð gjøgnum minnini, ein ferð framvið tí farna.”

Soleiðis sigur Bergur Jacobsen, prestur, sum í dag fer at siga frá barnaminnum av Stongunum.

Bergur er uppvaksin á Stongunum, har nógv lív var í á havnarlagnum og á bedingini og har um vegir. Pápi hansara, Reynhold, var skipasmiður, og var við til at byggja og umvæla nógvar bátar har.

“Vit sum vóru børn í fimti og sekstiárunum, vóru børn áðrenn tað bleiv "farligt" at vera barn. Vit gingu uppií øllum arbeiðinum, og blivu ikki kveistraði burtur – serliga um vit uppførdu okkum ordiliga. Soleiðis gingu vit eisini í lívsins skúla í okkara gerandisdegi, og vistu, hvat foreldur okkara arbeiddu við. Uttan iva vóru mammurnar eisini bangnar um børn síni tá. Men tíðin var ein onnur, og mangt var loyvt, sum er strangliga bannað í dag,” greiðir Bergur Jacobsen millum annað frá í framløgu síni.

Barnaminnini hjá Bergi eru einki nýtt fyri tey sum eru uppvaksin á Kósini, á Stongunum, á Gørðum, og kanska enntá á Biskopstøð. Men fara vit ein túr "down memory lane", sum hann tekur til, so leggjast nýggj minni afturat, og hitt farna verður livandi eina løtu. Og tað áhugaverda er, at hóast vit minnast somu hendingar, so eru ongi minni eins!

”So hvørt vit eldast, verða vit greið yvir, at mangt av tí vit hildu vera eina sjálvfylgju í okkara gerandisdegi - persónar, virkir, arbeiðshættir, og so framvegis, eru um at fara í gloymskunnar hav. Tað er harmiligt um søgan um vanliga gerandisdagin verður gloymd,” sigur Bergur Jacobsen.

Tiltakið við Bergi Jacobsen verður í dag klokkan 15 í Smæruni.

Lýsing Lýs her...