Lutherdagar

Úr myndasavninum



Lesarabrøv


Jógvan á Lakjuni, tingmaður

Hvør er ST ???

Eivind Jacobsen, Strendur

Heilt stutt til Skorheim

Jógvan Skorheim, borgarstjóri og tingmaður

Hann ið gitir hann lýgur – Eivind Jacobsen

Brandur Sandoy, borgarstjóri á Sandi

Ein vanlukka fyri kommunukassarnar í Sandoynni

Jenis av Rana , Formaður Miðfloksins

Heilaga kúgvin má víkja fyri teimum sjúku!

Bárður S. Nielsen, formaður í Sambandsflokkinum

Sjúklingar skulu ikki bíða

Bergur Jacobsen (mynd: Dávur Winther)

Naggatódn Samskipan Føroya?

Johnny í Grótinum, kringvarpsstjóri

Aftursvar til Símun Absalonsen


Úr videosavninum



Kunngerðir



Hús og heim



MYNDIR: Bátar í Smæruni


Skrivað hevur Orð og myndir: Dávur Winther 14.02.2017 - 22:12

Lýsing Lýs her...

Í dag hevði Andrass F. Joensen frásøgn um seks eldri bátar, sum hann hevði verið við til at upptekna til bókina hjá Andras Mortensen, Hin føroyski báturin, hetta sum partur av Phd. ritgerð hansara um føroyska bátin, skrivað í 2001.

Múlabáturin – sum æt Elsa, varð nýttur sum útróðrarbátur. Smíðað í 1905 – 10 av Poul í Norðnastovu. Eigarin var Jógvan Olsen í Múla

Teistin, sum Klávus Rasmussen átti - Klávus í Grótinum ella eisini kallaður Klávus í Trøllagili. Smíðaður í 1905 av Jákup á Biskupstøð (Jákup bónda).

Jákup bóndi sigst hava smíðað yvir 1000 bátar. Fyrimyndin til bátar hansara er úr Norðnastovu.

Máttagronin av Viðareiði sum Janus Joensen, Jógvan Joensen lótu hana smíða – Útráðsabátur og fjallbátur nýttur í samandi við fjallrakstur á Viðareiði. Poul Hansen úr Norðnastovu hevur smíða bátin.

(Máttagronin, sigst vera heiti á norðasta parti av Viðoynni, ið leirvíkingar nýttu sum heiti á hesum stað)

Biskupstøðbáturin frá 1928, varð smíðaður til grindabát, og hevur Jákup á Biskuðstøð smíðað hann. Báturin hevur eisini róð kapp á Norðoyastevnu og hevur m.a. tikið móti kongaskipinum í 1949.

Stendur inni í Bakkahjallinum, sum Nólsoyar Páll hevur bygt í síni tíð.

Stangabáturin (Norðstjørnan): Grindabátur – seinni Gjógvarabáturin í Vági. Báturin er smíðaður av Símun Hansen í 1873 til Jóan Petur á Stongunum í Klaksvík.

Fórst í Kalsoyarfirði millum Gøtunes og Borðoyarnes við átta monnum – bert ein bjargaðist, Kollfjarðar-Jógvan - Joen Samuelsen av Myrkjanoyri. (drúgv er frásøgn um hesa ferð)

Símun Hansen í Norðnustovu, pápi Poul í Norðnastovu smíðaði bátin.

Drekin smíðaður í 1917 á Toftanesi í Leirvík – seksæringur og skrásettur sum grindabátur. 100 ár í ár.

Varð smíður sum árabátur við seglføring bæði aftan og framman – hevði rásegl og splitsegl

Óli Olsen bónd á Tofatnesi og Símun Jóhan undir Húsinum í Lorvík smíðaðu.

Hevur eisini róð kapp, m.a. fyri Christian 10. kongi, sum var her í 1926, tá var róð móti Gøtutrønda. Eisini róð kapp í 1949, tá ið Fríðrikur 9. vitjaði her.

Nógvar drúgvar søgur knýta seg til hesar bátar, sum er skrivað um aðra staðni.

Væl av fólki hevði leitað sær í Smæruna í dag og var boðið til ein kaffimunn aftaná. Eisini varð sungið um bátarnar.

Onkur av áhoyrarunum høvdu onkra søgu at leggja afturat tí, ið Andrass F. Joensen hevði greitt frá og eisini okkurt at spyrja um.

Í morgin er tað Petur Martin Petersen úr Fuglafirði, sum greiðir frá virkinum hjá abbanum, Sámal Petur Petersen – Gamla Sámal Petur. Hetta verður eisini í Smæruni kl. 15.

Lýsing Lýs her...