Úr myndasavninum



Úr videosavninum



Kunngerðir


18.02.2017

Ársaðalfundur

18.02.2017

Floksting 2017


Hús og heim



Til sølu



Merkisdagar og minningarorð



Ber orðið brek?


Skrivað hevur MBF 08.02.2017 - 13:26

Lýsing Lýs her...

Hugsar tú nakrantíð um týdningin, ið orð hava, og um týdningin í, hvussu vit orða okkum?

Orð, ið verða nýtt um okkum og um onnur, hava nevniliga beinleiðis ávirkan á, hvussu vit fata okkum sjálvi og tey, vit eru saman við.

Orð hava týdning, orku og makt og eru í veruleikanum sterkasta vápn okkara.

Orð kunnu hjálpa, ugga, eggja, leiðbeina og skapa vinabond.

Tey kunnu eisini oyðileggja, sára, bróta niður, eyðmýkja og skapa fíggindar.

Hvønn dag velja vit hvørji orð, ið skulu mynda okkum og harvið avgera vit í stóran mun sjálvi, hvussu onnur verða lýst og sædd.

Ja, ber orðið brek, so eiga vit møguliga ikki at nýta tað.

Ella hvat heldur tú? Hvussu eiga vit at orða okkum?

Kom á Klaksvíkar bókasavn 13. februar ella á Bókasavnið við Løkin 15. februar kl. 19:00, tá ið hugleitt verður um orðið brek og lagt verður upp til kjak, har tú kanst vera við og hava ávirkan.

Kunnu vit møguliga finna eitt nýtt orð fyri orðið brek?

Vit síggjast!

Meginfelag teirra, ið bera brek

Lýsing Lýs her...