Úr myndasavninum



Úr videosavninum



Kunngerðir



Hús og heim



Bergur: In.fo ber út ósannindi


Skrivað hevur Skrivað: Bergur D. Joensen 12.04.2017 - 22:12

Lýsing Lýs her...

Eg havi ongantíð verið úti fyri slíkum áður, sum in.fo her hevur gjørt! Veit ikki um slíkt heldur!

Áki Bertholdsen legði kl. 09:13 í morgun (12. apríl 2017) út tíðindi á in.fo við yvirskriftini ”Samkynd hjúnaløg fara at fella kirkjuna.”

Eg eigi ikki yvirskriftina. Eg eigi ikki vinklingina. Og eg havi ikki sent Løgtinginum skriv á hesum sinni.

15. mars 2016 sendi eg áheitan á Løgtingið viðv. samkyndum hjúnalagi. Og í morgun hevur Áki Betholdsen við grein, sum er meira enn árs gomul, vavt meg inn kjakið, har málið viðv. samkyndum hjúnalagi nú er – og tað, uttan at hava verið í sambandi við meg.

Eg veit satt at siga hvørki, hvat eg skal meina ella siga um hesa gerð og hetta arbeiðslag...?

Øllum stendur í boðið at kanna trúvirðið í tí, in.fo nú hevur lagt út, við einfalt at spyrja onkran á Føroya Løgtingi, um viðkomandi skriv frá mær viðv. samkyndum hjúnalagi seinastu dagarnar.

Hvat endamálið hjá in.fo er, veit eg ikki. Eg kann bara gita.

000

15. mars 2016 sendi eg Føroya Løgtingi hesar reglur:

Áheitan á Føroya løgting

Leingi stóðu múrarnir um Konstantinopel – núverandi Istanbul. Hetta tí, at teir kristnu býsantinararnir høvdu hegnisliga laga upp tveir múrar um býin. Ein ytri og ein innari.

Tá ið so báðir múrarnir umsíðir fingu rivur, bar til hjá áleyparunum – osmannunum – at taka býin, seinasta skansa um kristnu siðmentanina í gamla, eysturrómverska ríkinum. Hetta hendi í 1453.

Um Føroya løgting samtykkir samkynt hjúnalag, fellur “ytri múrurin” um kristnu mentan føroyinga. Og so er bara “innari múrurin” eftir, Fólkakirkjan og kristnu samkomurnar í landi okkara.

Eg heiti inniliga á tykkum, sum vit hava valt at umsita tann “ytra múrin”, at atkvøða ímóti broytingini av hjúnabandinum ella at atkvøða blankt. Tit hava lisið og hoyrt, at ein av teimum, sum settur er at umsita tann “innara múrin”, sóknarpresturin í Leirum, longu hevur sprongt rivur í “sín” múr – og at aðrir prestar t.d. Marjun Bæk hava sagt og skrivað tað sama, meðan aðrir bíða “eitt sindur”...

LGBT steðgar ikki – heldur ikki liberalu kreftirnar í Fólkakirkjuni og í samkomunum.

LGBT hevur sama endamál um allan heim og sama álopshátt, láturliggering og niðring av teimum, sum eru ósamd. Hetta hendir umvegis almennu miðlarnar – men “bara” við orðum. Skeldsorðið “homofob” t.d. hevur verið nógv at hoyrt, og hvør unnist við at kallast tílíkt? Og ber nakar kenslu við strategibókina handan alt hetta “After the ball – How America Will Conquer Its Fear and Hatred of Gays in the 90´s” eftir Marshall Kirk og Hunter Madsen frá 1989? Sum ár og nú mánaðir eru farnir, havi eg eygleitt, at tað gerast alsamt færri her á landi, sum tora at tala og at siga sína hugsan...

Jú, londini um okkum eru ymisk, og tí eru frávik í framferðini hjá LGBT frá einum landi í annað - um tað gagnar endamálinum!

Hjúnalagið er ein maður og ein kona! Hetta vistu sjálvt rómverjar, sum ikki kendu til kristna mentan. Væl kendu teir til samkyndan levnað og alskyns levnað, men hjúnalagið var ein maður og ein kona.

Hetta vistu teir, og hetta veit hvørt mansbarn í Føroyum - innast inni.

Hvørji rættindi samkynd skulu fáa í landi okkara, avger lóggávuvaldið – t.v.s. Føroya løgting. Og um tað ber til at orða og fáa í lag onnur rættindi enn hjúnalag til samkynd, har kenna tit svarið. Men tit kenna eisini hvørji onnur rættindi og broytingar koma í kjalarvørrinum, um samkynd kunnu ganga í hjúnalag. Tað “kynsleysa samfelagið” er væl ávegis í Svøríki og ger eisini um seg í Danmark longu.

Vit vita ikki, hvat hendir landi okkara innan tað almenna og tað kirkjuliga. Men tryggleikin og virðisgrundarlagið hjá fólki okkara hevur verið tengt at tí “innara múrinum”, sum tit við politiska valdinum hava vart við tí “ytra múrinum”.

Hvussu skjótt tað gongur at fella tann “innara múrin” um hjúnabandið millum mann og konu, eftir at tann “ytri” er fallin, síggja vit t.d. í Danmark, Íslandi og Grønlandi. Har standa kirkjurnar nú opnar at gifta samkynd.

Kristna siðmentanin í Evropa eins og kirkjurnar liggja í andaleypi. Hví? Tí politikarar og prestar hava ikki umsitið tann “múr”, sum hvør hevði ábyrgd av, á rættan og fulldyggan hátt! Tann verðsligi myndugleikin hevur ávirkan á tað andaliga, eins og tann andaligi myndugleikin hevur ávirkan á tað verðsliga.

Fyri um 500 árum síðan setti Martin Luther sína lít til Guds og verðsliga myndugleikan um verju. Og tað sama ger tað kristna fólkið í landi okkara í hesum døgum.

Bergur D. Joensen

000

12. apríl 2017 leggur in.fo út hesar reglur:


Samkynd hjúnaløg fara at fella kirkjuna

Áki Bertholdsen 12.04.2017 (09:13)

- Eg heiti inniliga á tykkum, sum vit hava valt at umsita tann ytra múrin, at atkvøða ímóti broytingini av hjúnabandinum ella at atkvøða blankt.

Bergur Debes Joensen, prestur, roynir enn eina ferð at at fáa Løgtingið at ganga frá ætlanini um at lata samkynd í Føroyum ganga saman í hjúnalag.

Hann hevur fleiri ferðir gjørt vart við seg alment í hesum sambandi, og nú Løgtingið viðger eitt uppskot um at broyta hjúnabandslógina, roynir hann enn eina ferð við eini beinleiðis áheitan á Løgtingið.

Eftir hjúnabandslógini kunnu hjún, sum eru borgarliga vígd, fáa hjúnalagið signað í eini kirkju. Tað er hetta, sum stendur í tí nógv umrødda stykki tvey í grein 14 í hjúnabandslógini.

Men nú tað er samtykt, at samkynd kunnu giftast í Føroyum, er tað ein treyt, at tað er eitt mál, kirkjan ikki skal blandast upp í. Sostatt kann lógin um at samkynd kunnu giftast, ikki setast í gildi fyrrenn hjúnabandslógin er broytt, soleiðis at samkynd hjún ikki kunnu fáa hjúnabandið signað í kirkjuni.

Tí er uppskot nú lagt fyri Løgtingið um at broyta hesa lógargreinina, soleiðis, at hjún, sum eru borgarliga vígd kunnu lata sóknarprest signa hjúnalagið, um so er at kirkjan hevur eitt løggilt ritual til tað.

Í hesum sambandi er víst á, at sum er hevur kirkjan eitt ritual í sambandi við at vælsigna hjún ímillum mann og kvinnu, men hon hevur onki ritual í sambandi við at vælsigna eini samkynd hjún.

Og sostatt kunnu samkynd hjún ikki vælsignast í kirkjuni, fyrrenn kirkjan sjálv tekur avgerð um tað, og eitt ritual verður gjørt til endamálið.

Bergur Joensen sigur, at Løgtingið er tann ytri múrurin um okkara kristnu mentan.

– Samtykkir Føroya Løgting samkynt hjúnalag, fellur tann ytri múrurin um kristnu mentan føroyinga, sigur Bergur Joensen í seinastu áheitan síni á Løgtingið

Hann sigur, at so er bara tann innari múrurin eftir, sum eru fólkakirkjan og kristnu samkomurnar í landi okkara.

Hann vísir á, at summi av teimum, sum umsita tann innara múrin hava longu sprongt rivur í hann, ímeðan aðrir bara bíða eitt sindur. Tað, hann sipar til, er, at nakrir prestar hava ikki víst tí aftur at víga samkynd.

Bergur Debes Joensen er eisini sannførdur um, at Lgbt steðgar ikki, og tað gera frísinnaðu kreftirnar í Fólkakirkjuni, og í samkomunum, heldur ikki

Hann sigur, at hetta kemur til sjóndar við tað, at tað verða alsamt færri, sum muta ímóti, tí tey verða gjørd til láturs og lítisvird, og hvør vil verða kallaður homofob, spyr hann.

Prestur heldur seg eisini hava varnast, at tað verða alsamt færri í Føroyum, sum tora at tala og at siga sína hugsan.

Hinvegin ásannar Bergur Debes Joensen, at tað er Løgtingið sum avgerð, hvørji rættindi samkynd skulu fáa í Føroyum. Og hann heldur, at tað ber eisini til at tey fáa rættindi, uttan at at nerta við hjúnabandslógina.

– Men tit kenna eisini hvørji onnur rættindi og broytingar koma í kjalarvørrinum av at samkynd kunnu ganga í hjúnalag. Tað kynsleysa samfelagið er væl ávegis í Svøríki og ger eisini um seg í Danmark longu, førir Bergur Debes Joensen fram.

– Vit vita ikki, hvat hendir landi okkara, men tryggleikin, og virðisgrundarlagið hjá fólki okkara, hevur verið tengt at tí innara múrinum, sum tit við tí politiska valdinum, hava vart við tí ytra múrinum, sigur hann.

– Hvussu skjótt tað gongur at fella tann innara múrin um hjúnabandið ímillum mann og konu, eftir at tann ytri er fallin, síggja vit í Danmark, Íslandi og Grønlandi. Har standa kirkjurnar nú opnar at gifta samkynd, sigur Bergur Debes Joensen.

Hann heldur, at kristna siðmentanin og kirkjurnar í Evropa, liggja í andaleypi, tí at politikarar og prestar hava ikki umsitið tann múr, sum hvør hevði ábyrgd av, á rættan og fulldyggan hátt.

Lýsing Lýs her...