Lutherdagar

Úr myndasavninum



Lesarabrøv


Jógvan á Lakjuni, tingmaður

Hvør er ST ???

Eivind Jacobsen, Strendur

Heilt stutt til Skorheim

Jógvan Skorheim, borgarstjóri og tingmaður

Hann ið gitir hann lýgur – Eivind Jacobsen

Brandur Sandoy, borgarstjóri á Sandi

Ein vanlukka fyri kommunukassarnar í Sandoynni

Jenis av Rana , Formaður Miðfloksins

Heilaga kúgvin má víkja fyri teimum sjúku!

Bárður S. Nielsen, formaður í Sambandsflokkinum

Sjúklingar skulu ikki bíða

Bergur Jacobsen (mynd: Dávur Winther)

Naggatódn Samskipan Føroya?

Johnny í Grótinum, kringvarpsstjóri

Aftursvar til Símun Absalonsen


Úr videosavninum



Kunngerðir



Hús og heim



Bjóða føroyingum summarstørv í Norðurlondum


Skrivað hevur Norrøna Felagið í Føroyum 15.02.2017 - 07:33

Lýsing Lýs her...

Nordjobb er ein tænasta undir Norrønu Feløgunum, sum nú í yvir 30 ár hevur bjóða ungum norðurlendingum millum 18 og 28 ár spennandi feriustørv í øðrum Norðurlandi.

Á hvørjum sumri eru ungir norðbúgvar í Føroyum og átaka sær ymisk størv í longri og styttri tíðarskeið. Afturat pengunum, sum kunnu vinnast og upplivingunum av at arbeiða í einum øðrum landi, verður eisini skipað fyri sosialum tiltøkum fyri tey ungu, eins og bústaður eisini er tryggjaður.

Hóast fleiri hundrað norðurlendsk ung á hvørjum ári gera brúk av hesi tænastu, so hevur talið av føroyingum verið avmarkað. Helst tí, at føroyingar, ið lesa uttanlands, helst vilja heim í summarfrítíðini, og tí ikki hava møguleika at fáa eitt Nordjobb.

Í ár er heilt galið. Ongin føroyingur hevur meldað seg til enn, og tað halda fyrireikararnir vera serliga spell, og royna tí at gera vart við møguleikarnar í hesi skipanini. Samskipararnir av verkætlanini vísa á, at tey hava nógv størv, ið kundi verið áhugaverd og spennandi fyri ungar føroyingar, eitt nú við vakra Geirangerfjørðin í Noregi, innan ferðavinnuna í Álandi og finska skergarðinum og á flakavirkjum og bátum í Grønlandi, enntá eisini einum hotelli, ið verður rikið av føroyingi.

Nordjobb leitar eisini áhaldandi eftir arbeiðsplássum, ið eru áhugað í at taka ein norðurlending inn í styttri tíðarskeið um summarið og út á heystið. Arbeiðstakarar eins og arbeiðsgevarar finna fleiri upplýsingar á heimasíðuni hjá Nordjobb, www.nordjobb.org

Mynd: Skipað verður fyri ymsum aktivitetum fyri jordjobbarum í frítíðini. Her eru tey farin upp á Galdhøpiggen í Noregi (Mynd: norden.no)

Lýsing Lýs her...