Mentanardagar í Sunda kommunu

Úr myndasavninum



Úr videosavninum



Kunngerðir



Hús og heim



Til sølu



Blektaða alternativið


Skrivað hevur Bjarni Djurholm 06.07.2017 - 10:09

Lýsing Lýs her...

sokallaða intakta samgongan í ótakt - sirkus Tinganes

Fjølmiðlasamgongan, sum skuldi verða alternativið til alt sum farið var, hevur nú aftur sjálv avdúkað ta ómegd, sum hevur eyðkent politiska handalagið síðani farna løgtingsval.

Skilligt er, at vit eru á politiskari kjørbreyt, nú løgtingsformaðurin loksins loysti okkara fólkaræði úr tí kvørkrataki, sum landsstýrið hevði tikið um alla skipanina.

Bert formaðurin kundi gera tað, og hevði hann tá avtornaði mansevni at gera mun millum manipulatiónina og so gerandisveruleikan sum samfelag, vinna og løntakarar virka undir.

Hóast løgtingsformaðurin diplomatiskt greiddi støðuna í miðlinum, so lat hann ongan iva vera um, at tað fólkaræðiliga var óðamannaverk at lata fiskivinnuuppskotið koma til aðru viðgerð í tinginum – at tað hvørki var semja innanborða í samgonguni ella at uppskotið løgliga annars var borðbært.

Púra greið tala, løgtingsformaðurin fylgdi klokkukláru mannagongdunum sambært stýris- og tingskipanunum.

Í svimjibuksum

Løtu seinni hoyrdu vit so løgmann, sum vissaði øll um, at alt var sum tað átti at vera. Ja, løgmaður hevði enntá hug at takka løgtingsformanninum fyri hansara leiklut?!

Eisini vissaði løgmaður lurtararnar um, at fiskivinnuuppskotið verður lagt fyri tingið á ólavsøku, men at tað annars m.a. var Sambandsflokkinum at takka, at alt var komið í drag?

Løgmaður segði fyri vist, at samgongan var intakt. Har var einki glopp í garðinum, samgongan stóð saman um at fremja farmløgdu broytingarnar, júst øvugt av tí sum løgtingsformaðurin løtu áðrenn visti at siga.

Annars vísti løgmaður á onkra hissini løglig petitessu sum var vorðin snávingarsteinur, og so høvdu embætisfólkini eisini rætt til summarferiu – so løgtingsformaðurin hevði ikki gjørt annað enn tað, sum sjálvsagt var......?

Løgmaður fekk sum vant ongan kritiskan spurning. Hann slapp at tosa einvegis umvegis fartelefon í svimjibuksum av onkrari sólstrond undir heitari himmalhválvi.

Tað var annað lagið tá fyrrverandi løgmaður á sinni var á fjalli ein dag á Viðareiði og okkurt hissini mál var á dagsskrá. Tá var rokan í miðlunum. Tá vanvirdi løgmaður sínar skyldur, tí hann ikki var í Tinganesi.

Nú verandi løgmaður dusar sær í heitum londum, meðan øll vinnan er í andaleypi og samfelagið situr á glóðum– ja, tað hevur ikki minsta áhuga í miðlaheiminum.

Hini aftur skuldina

Síðani var tað landsstýrimsaðurin í fiskivinnumálum. Hann slapp sum vant at útleggja tekstin sambært egnari fatan. Hini høvdu skuldina. Alt var sum ætlað, øll vóru samd og spurngurin var tí bert um tekniskar smálutir, til tess at kollveltingin kundi verða greidd úr hondum.

Hann slapp sum vant at greina egnan tekst uttan kritiskar mótspurningar. Alt var í veruleikanum blektaður politiskur hugni.

Somu útlegging hevði feriuministarin seinni út á dagin – semja, konsensus. Snikk, snakk.

Hvør segði sirkus Tinganes?

Hofleverandørar

Undir farnu samgongu vóru táverandi andstøðuleiðarar hofleverandørar og fyrstir at kommentera politiskar støður, ja sluppu enntá afturumaftur at kommentera tað, sum táverndi løgmaður og landsstýrisfólk høvdu uppá hjartað. Eykasendingar vóru meginreglan.

Nú er vent í holuni.

Fjølmiðlasamgongan er púrasta leys av slíkum tilburðum og atgerðum. Sleppa andstøðufólk uppí part at kommentera politiskar støður, so er tað bert í hissini – sum oftast at rokna sum journalistiskt hjáputur.

Ætlaða kollveltingin

At landsstýrið eyðsýnt er í holt við at skipa einar sosialistiskar Føroyar undir yvirskriftini - ogn Føroya Fólks, liggur sjónliga í kjalavørrinum av manipulerandi SvF-sendingunum farnu árini um fiskivinnubygnaðin. Sendingar sum slættaðu leiðina fyri sosialistisku samgonguni og fagurlætna politikaranum, sum nú situr sum landsstýrismaður í Fiskimálaráðnum.

Endamálið við fiskivinnuuppskotinum er slettis ikki at røkka einum sokallaðum samhaldsfastum FO (samb. sosialistisku apologetum tjóðveldis), sum okkara púrasta vatndeyvi løgmaður annars sigur seg vera eksponentur fyri, men ætlanin er harafturímóti ein kollvelting av vinnuliga kjølfestinum í okkara frælsu marknaðarskipan – at fremja aðra skipan, sum er sprottin úr politiska jørðildinum eystan jarntjaldinum, sum fiskimálaráðharrrin øllum kunnugt er runnin úr.

Tí er veruliga endamálið at kollvelta vinnuna, so at tað almenna kann sita eftir við reindyrkaðari politiskari útlutan.

Hetta er so eyðsýnt, at tað átti at verið sannur gloypibiti hjá miðlunum kritiskt at grivið í, men so eiðasørt.

Men tað man undra tey fægstu.

Kaikiosk

Tað verður skemtiligt at skoða ólavsøkugonguna, har politiskir domptørar, dressørar, artistar og novisur fara at mynda fjøldina av riðlinum úr Løgtinginum, men ikki gaman fyri okkara aldargamla og virðiliga fólkaræði.

Vissuliga hevur formansskapurin ov mikið at ríva í, nú virðingin í tinginum mest er vorðin átøk huglagnum í kaikiosk áðrenn lukkitíð eitt leygarkvøld.

Grát mítt elskaða land.

Bjarni Djurholm

Lýsing Lýs her...