Lutherdagar

Úr myndasavninum



Úr videosavninum



Kunngerðir



Hús og heim



Bókasavnshjálpari/skrivstovufólk til Føroya landsbókasavn


Skrivað hevur Føroya landsbókasavn 09.10.2017 - 20:55

Lýsing Lýs her...

Søkt verður eftir bókasavnshjálpara / skrivstovufólki at byrja 15. november ella skjótast til ber.


Starvið
Uppgávurnar eru fjølbroyttar og arbeiðið fakliga krevjandi. Umframt ymist skrivstovuarbeiði fevnir arbeiðið eisini um vaktir í avgreiðsluni.

Førleikar
Til starvið krevst útbúgving í skrivstovuyrkinum ella bókasavnshjálparaútbúgving. Onnur við líknandi útbúgvingum ella royndum við líknandi arbeiði kunnu eisini søkja.

Vit rokna við, at tann, ið verður sett/-ur, hevur góð samstarvsevni og sjálvstøðugt arbeiðslag, er skjótfør/-ur og hevur góðan tænastuhugburð.

Setanartreytir og løn
Starvið er fulltíðarstarv. Arbeitt verður í vaktum.
Starvið verður lønt eftir sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsmannafelagið.

Umsóknir
Umsóknir við avriti av prógvum og yrkisleið (cv) verður at senda til:

Føroya landsbókasavn J.C. Svabosgøta 16 – P.O. Box 61 – FO-110 Tórshavn, ella til flb@savn.fo.
Umsóknarfreistin er týsdagin 31. oktober 2017

Meiri fæst at vita um starvið við at venda sær til Anniku Smith, landsbókavørð, tlf. 790 511.

Umsóknarfreist 31. okt. 2017


Landsbókasavnið er høvuðs- og tjóðbókasavn Føroya og hevur sum høvuðsuppgávu at savna inn, skráseta, varðveita og fremja útbreiðslu av kunnleika um føroyskar bókmentir og av bókmentum um Føroyar. Harumframt veitir Landsbókasavnið vísindabókasavnstænastu. Landsbókasavnið skipar fyri skráseting av føroysku tjóðbókaskránni og er føroysk ISBN-skrivstova.

Les meira um starvið og send umsókn á netinum á starvsportal.fo

 

Lýsing Lýs her...