Elding

Úr myndasavninum



Lesarabrøv


Jóhann Lützen

Saman at standa

Mary Antonsdóttir, forkvinna í Heilsuhjálparafelag Føroya

Ein skúli aftrat loysir ikki trupulleikan

Ragnar Ludvig

Hjartalag Guds

Jørgen Niclasen, løgtingsmaður

Nixon og Hoydal: I am not a crook

Jógvan Skorheim, borgarstjóri og stýrislimur í TSK

Kann onki fáa frið uttanfyri høvuðsstaðin?

Sjúrður Skaale (Tala hildin á fólkafundi í Lítlu Dímun 8. juni 2017).

Lítla Dímun - lítil oyggj, stórur varði

Hanus Hansen, reiðari

Heimaflotin harðast raktur


Úr videosavninum



Kunngerðir



Til sølu



Borgarin er sum ein spildurnýtt skip


Skrivað hevur Helgi Abrahamsen 14.02.2017 - 10:25

Lýsing Lýs her...

Hóast nýggja uppisjóvarskipið Borgarin hjá P/F Næraberg er bygt í 2003, so er tað sum at koma umborð á eitt spildurnýtt skip, tá tú vitjar umborð. Skipið hevur einans verið til fiskiskap í tveir til tríggjar mánaðir um árið, og er tí púra óslitið.

”Hetta er eitt veldugt skip,” sigur Hanus Hansen, reiðari.

”Okkara kvota er mest svartkjaftur, og eg vil siga, at tað er einki skip sum er betur egnað til tann fiskiskapin enn hetta,” sigur hann.

Svartkjafturin skal virkast á landi

Hanus Hansen sigur, at tað er trupult at fáa vinning av at framleiða surimi ella av at heilfrysta umborð. Tí er ætlanin við nýggja skipinum, at alt skal virkast á landi.

”Hetta skipið kann fiska 2.700 tons í tveir dagar og kom innaftur. Kvotan er rættiliga stór, hon er hækka 200.000 tons, og vit hava fingið hetta skipið fyri ein rímiligan prís, so um tað gongur væl í eini 2 - 3 ár, so burdu vit verið komin um tað ringasta,” sigur hann.

”Skipið er so lítið brúkt, at vit meta, at um 3 ár verður tað líka nógv vert, sum tað er í dag,” sigur Hanus Hansen sum roknar við, at íløgan verður skjót at vinna innaftur.

”Hetta verður ikki hugsað sum ein langtíðar íløga - men eg vóni kortini, at vit koma at hava hann leingi,” sigur hann.

Uppboðssølan tikin við í metingina

Spurdur um tað er ráðiligt at gera eina stóra íløgu, nú tosað verður um at øll loyvi skulu seljast á uppboðssølu sigur Hanus, at váðin er har, men hann roknar við, at skipið kann altíð seljast aftur fyri útvið somu upphædd, sum tað er keypt fyri.

”Vit hava fyrr roynt at havt skip við tangum, sum vit hava selt aftur. Tað er rættiliga stórur marknaður fyri slíkum skipum. Tað er ikki sum at keypa partrolarar at fiska upsa undir Føroyum. Har er rættiliga avmarkað, hvar tú kanst selja aftur, men hetta kann seljast allastaðni,” sigur hann. Og hann leggur afturat: ”Eg trúgvi framvegis ikki uppá, at øll fiskirættindi fara á uppboðssølu.”

Næraberg verður seldur

Borgarin skal taka yvir fiskiloyvið hjá Nærabergi, og ætlanin er at selja Næraberg, men tað verður ikki beinan vegin.

”Manningartalið verður nógv minni við hesum skipinum, men fyribils er eingin uppsagdur. Vit arbeiða við øðrum loysnum fyri Næraberg, og fyribils sær út til, at ein loysn er funnin fyri Næraberg eina tíð fram. Men tað verður Borgarin sum skal taka sær av tí vanliga svartkjafta- og sildafiskiskapinum,” sigur Hanus Hansen.

12 mans verða við Borgaranum hvørja ferðina og tað verða tvær skiftisvaktir. Við Nærabergi eru 42 mans hvønn túrin og næstan 60 mans eru tengdir at skipinum.

Borgarin fer til fiskiskap, tá Næraberg kemur inn. Skipið verður yvirtikið á middegi í dag, og Hanus roknar við at tá henda vikan er farin og kanska næsta vika við, so skuldi verið klárt at farið til fiskiskap.

Lýsing Lýs her...