Black Friday

Úr myndasavninum



Úr videosavninum



Hús og heim



Til sølu



Merkisdagar og minningarorð



Breyð og brennivín skulu ikki javnsetast


Skrivað hevur Sjúrður Skaale 03.11.2017 - 00:27

Lýsing Lýs her...

Framsókn tosar um "frælsi" at keypa brennivín í handlum. Tað er patetiskt. Og tey styðja síni argument við manipulatión

Sjúrður Skaale

Framsókn svingar seg ordiliga upp í hesum døgum við eini nýggjari sak: Alkohol skal inn í matvøruhandlarnar!

Formaðurin, Poul Michelsen, hevjar ta ideologiska, liberala flaggið, og sigur, at tað snýr seg um "persónliga frælsið hjá fólki, so at tey ikki føla, at tey eru sett undir formyndarí".

"Tað er frælsið, sum fær fólk at drekka minni, tí tá ið fólk fáa frælsi, duga tey eisini at umsita tað", sigur hann.

Og fyri at styðja sína ideologisku sannføring við fakta, vísir hann á, at "í Danmark minkar nýtslan av rúsdrekka, hóast har er frí rúsdrekkasøla", og at, "bæði í Noregi og í Svøríki, sum hava einkarsølu, er nýtslan veksandi".

Men fakta er, at nýtslan - og misnýtslan - er væl hægri í Danmark enn í Noregi og Svøríki!

Í Danmark drekka fólk millum 9 og 10 litrar av reinum alkoholi um árið. Í Svøríki er talið góðir sjey litrar - og í Noregi og Íslandi umleið seks litrar.

So Poul lýgur ikki – men hann manipulerar!

Poul Michelsen ásannar, at nøkur hava trupulleikar av rúsdrekka, men leggur mestan dentin á, at "rúsdrekka er sálarbót fyri tey sum duga".

Vit hava altso ein floksformann og landsstýrismann, sum alment setir rúsdrekka í sambandi við sálarbót. Gud viti hvat tey, sum kenna til trupulleikarnar av alkoholi, munu halda um slíka talu frá hægsta stað. Ábyrgdarfull er hon ikki...

Alt vendir øvut

Ruth Vang, tingkvinna, kemur við tí pástandi, at: "tess verri tað er at fáa fatur á rúsdrekka, tess verri drekka fólk", og ger tí ta niðurstøðu, at "tað ringasta vit kunnu gera, er at avmarka atkomuna til rúsdrekka".

Hvaðani hevur hon hetta? Tað eru fólk - bæði í Føroyum og aðrastaðni - sum arbeiða við teimum avleiðingum, ið misnýtsla av rúsdrekka hevur við sær. Og tað, Ruth sigur, gongur beint ímóti tí, hesi fólk siga: Jú lættari alkohol er fáa fatur á, jú meira verður drukkið. Tað gongur eisini ímóti hagtølunum yvir, hvussu nógv fólk drekka í Norðurlondum: Jú fríari tað er, jú meira drekka fólk.

Í Onglandi eru í dag risastórir trupulleikar av alkoholmisnýtslu - ikki minst millum ung. Og tey, sum arbeiða innan økið, eru ikki í iva um orsøkina: Alkohol er blivið sera bíligt, og fæst í hvørjum handli!

At vísa til tíðina tá hvør einstakur mátti bíleggja úr Danmark sum prógv fyri at tað øvuta ger seg galdandi hjá okkum, er burturvið. Undir teirri vitleysu skipanini keyptu vit 12 fløskur í senn. Tað var LÆTT atkomuligt í STÓRUM mongdum. Nú keypa vit tað, okkum tørvar – og kunnu fara á barr hava vit hug til tað.

Hetta er gott – men tað kann ikki samanberast við at koyra rúsdrekka í matvøruhandlarnar, tí við tí signalera vit, at brennivín sum vøra kann javnmetast við smør og livurpostei. Og so skulu øll ganga framvið – og freistast av – brennivínsfløskum hvønn einasta dag. Um tey vilja tað ella ei. Tað eru tað altso ikki øll sum klára.

Ikki ein vøra sum aðrar

Vit, sum ikki hava trupulleikar av alkoholi, rinda í dag ein prís: Vit mugu í Rúsuna ella á eitt bryggjarí at keypa.

At siga at hetta skerjir okkara "frælsi", sum Framsókn vil vera við, er kortini rættiliga patetiskt. Mong fólk á jørðini eru ófræls. At sammeta okkum við tey, tí vit mugu í Rúsuna at keypa rúsdrekka, er ikki rímiligt... Skal tað vera mátistokkurin fyri hvør er frælsur og ikki, verður frælsið eitt innantómt hugtak.

Men koyra vit rúsdrekka í handlarnar, fara vit eisini at rinda ein prís. Og tann prísurin kann gerast so stórur hjá nøkrum, at tað gevur meining at tosa um skert frælsi! Tí er tað nakað, sum kann skerja frælsið hjá einstaklingum og teirra familjum, so er tað misnýtsla av alkoholi.

Tá nú royndirnar siga, at jú lættari rúsdrekka er at fáa hendur á, jú størri verður misnýtslan, so eiga vit at lurta.

Spurningurin er, hvat skal viga meir, tá politiska avgerðin skal takast: At sleppa meirilutanum undan túrinum í Rúsuna - ella at sleppa minnilutanum undan tí prísi hann fer at rinda, um vit javnseta breyð og brennivín í handlunum.

Framsókn hevur valt sína liberalu ideologi. Vónandi velja onnur sosialu atlitini.

Matstovur

At matstovur vilja at sleppa at bíleggja sítt vín sjálvar og sleppa undan tí stóra avgjaldinum, er eitt heilt annað mál.

Eingin fer at drekka ein dropa meira av tí. Tað snýr seg ikki um sosialpolitikk, men einans vinnupolitikk.

Men at gera brennivín til gerandisvøru, er – skeivur – sosialpolitikkur.

Lýsing Lýs her...