Úr myndasavninum



Úr videosavninum



Kunngerðir



Hús og heim



Til sølu



Merkisdagar og minningarorð



Burturvístur beinanvegin


Skrivað hevur Tíðindaskriv 20.04.2017 - 16:40

Lýsing Lýs her...

If.fo skrivar: ÍF fekk ein 27-ára gamlan nigerianskan áleypara til royndarvenjing tann 17. Februar 2017 við navn Adeola Runsewe. Hann hevði eitt imponerandi CV, við m.a. yvir 80 Superliga dystum, og hevur umboðað feløg sum FC Midtjylland, Trelleborg, HB Køge og seinast Silkeborg IF. Adeola vísti sera góðar taktir til venjing, og tískil valdi felagið at gera sáttmála við hann fyri kappingarárið 2017.

Eftir at hava bíða eftir arbeiðsloyvi síðani 23. Februar, hevur felagið nú fingið upplýst, at leikarin hevur uppihildi seg ólógliga uttan arbeiðs- og uppihaldsloyvi í Danmark (og í Føroyum) síðani 30 juni 2016, tá sáttmálin hjá honum gekk út við Silkeborg IF. Adeola Runsewe og agenturin hjá honum hava ikki upplýst hetta fyri felagnum, tískil hevur ÍF ikki havt varhugan av at nakað ólógligt er fari fram, og felagið hevur bert bíða eftir at loyvi bleiv klárt, so hann kundi leika fyri ÍF. Av tí at arbeiðs- og uppihaldsloyvi hjá Adeola er útgingið fyri langari tíð síðani, eru hann og familja hansara, útvíst av landinum beinanvegin.
Hetta er ein dyggur smeitur fyri ÍF, tí hann skuldi vera nýggja álopsvónin, sum skuldi erstatta stóru skógvarnar hjá Clayton Soares og Adeshina Lawal. Nú kann ÍF ikki fáa nýggjan leikara í hópin fyrr enn til summarsteðgin.
Felagið og agenturin hjá Adeola hava tosað saman um hvussu málið skal avsluttast, og hetta er nú avgreitt í sátt og semju. Felagið hevur annullerað sáttmálin við Adeola.

Hevði felagið havt hesa vitan frá byrjan, so hevði støðan verið ein heilt onnur. Sera harmuligt og øll standa sum taparar í hesum málinum.

Við ítróttarkvøðu,

ÍF Nevndin

Lýsing Lýs her...