Lutherdagar

Úr myndasavninum



Úr videosavninum



Kunngerðir



Hús og heim



Catalanien og Føroyar


Skrivað hevur Johan Mortensen 08.10.2017 - 07:08

Lýsing Lýs her...

Tað var við bløðandi hjarta vit sóu harðrendu viðferðina okkara Catalansku systrar og brøður fingu seinasta sunnudag tá tey vildu atkvøða um teirra egnu politisku framtíð. Ræðandi er arrogansan frá Sponsku Stórnini og hástóra Spanska Konginum hvørs ætt var sett á trúnuna av diktatorinum Franco. Sami Franco sum framdi hópdráp á Catalanar undir borgarastríðnum og síðani gjørdi hvat hann kundi fyri jarðleggja Catalansku tjóðina.

Ræðandi er tøgnin frá EU og øðrum londum um yvirgangin 01 Oktober. Eg eri errin og stoltur av at Skipara og Navigatør Felagið, Norðlýsið, partar av Løgtinginum og Tórshavnar Býraði og Tjóðveldisflokkurin sendu samhuga kvøður til Catalanska Forsetan og mótmæli til Sponsku Stjórnina.

Vit føroyingar hava so nógv til felags við Catalanien. Vit høvdu okkara fólkaatkvøðu í 1946 har vit søgdu ja til loysing men varð urslitið undirkent av donsku stjórnini, just sum spanska stjornin ger idag við Catalansku fólkaatkvøðuna. Klaksvíkingar kendu sviðan undir Klaksvíksstríðnum tá danska Gardia Civil var sent at niðurberja ósekar norðingar við lurkum hundum og fongsli.

Catalanien hevur ikki tørv fyri Spanien longur. Vit føroyingar eiga eisini at spyrja um okkum tørvar Ríkisfelagsskapin longur ?

Føroyar ídag hevur eitt BTÚ uppá slakar 20 mia kr, avlop á fíggjarlógini, avlop á handils og gjaldsjavnaðinum og onki arbeiðsloysi so fíggjarliga klára vit okkum sjálvi. Politiskt gera Føroyar ídag beinleiðis fiskivinnu og handils-avtalir við Rusland, Kina, Turkaland og vit hava beinleiðis samband við USA og Japan og onnur lond so eisini á handils og politiska økinum klára vit okkum sjálvi. Ríkisfelagsskapurin idag er eitt hafti um beinið og forðar fyri víðari menning av okkara landi og forðar fyri at vit kunnu gerast suverenir limir í Norðurlandaráðnum, Arktiska Ráðnum, ST, ONC osfr.

Tað er bururvið at vit nú skulu nýta tíð og kreftir uppá eina meiningsleysa Stjórnarskipanarlóg sum ongan týdning hevur fyrrennn Fullveldið er lýst. Okkara suverænitetur er langtsíðani góðkendur av ST.

Latum okkum ongantið ov skjótt taka nýggju og endaligu fólka-atkvøðuna um loysing .

Tað verður ein stórur dagur tá Catalanien og Føroyar verða nýggju republikkirnar í Europa, og sera spennandi verður nú mánadagin um Catalanar fara at lýsa Republikkina !


Lýsing Lýs her...