Úr myndasavninum



Úr videosavninum



Hús og heim



Til sølu



Christian í Grótinum farin fyrsta túr í ár


Skrivað hevur Tekst og Myndir: Dávur Winther 02.01.2017 - 20:59

Lýsing Lýs her...

Seint seinnapartin í dag fór Christian í Grótinum fyrsta túrin í ár. Annars var rokan í Norðhavnini, har Norðingur legði at av sínum fyrsta túri í ár og Norðborg riggaði til.

Norðingur var ein túr millum jól og nýggjár og fekk 500 tons av Svartkjafti og var nú inni aftur við 600 tonsum, sum eru løgd upp í Fuglafirði.

Norðborg, sum hevur havt motorar sundur, riggar nú til, og vænta teir at verða klárir at fara mikudagin ella hósdagin í hesu vikuni.

Lýsing Lýs her...