Lutherdagar

Úr myndasavninum



Lesarabrøv


Jógvan á Lakjuni, tingmaður

Hvør er ST ???

Eivind Jacobsen, Strendur

Heilt stutt til Skorheim

Jógvan Skorheim, borgarstjóri og tingmaður

Hann ið gitir hann lýgur – Eivind Jacobsen

Brandur Sandoy, borgarstjóri á Sandi

Ein vanlukka fyri kommunukassarnar í Sandoynni

Jenis av Rana , Formaður Miðfloksins

Heilaga kúgvin má víkja fyri teimum sjúku!

Bárður S. Nielsen, formaður í Sambandsflokkinum

Sjúklingar skulu ikki bíða

Bergur Jacobsen (mynd: Dávur Winther)

Naggatódn Samskipan Føroya?

Johnny í Grótinum, kringvarpsstjóri

Aftursvar til Símun Absalonsen


Úr videosavninum



Kunngerðir



Hús og heim



Coup de grace


Skrivað hevur John William Joensen 20.03.2017 - 22:14

Lýsing Lýs her...

RED: Í felags tíðindaskrivi í dag frá nevndarformanninum í TF-Holding, Árna Brattaberg og nevndarformanninum í Eik Banka, Torben Nielsen, sum eisini er fyrrverandi tjóðbankastjóri, verður gjørt greitt; at Jørn Astrup Hansen forsømdi at kunnað Fíggjarligt Støðufesti, um niðurstøðuna hjá Taks, sum nevndin í Eik bleiv kunnað um á fundi tann 24. august 2015.

-------

Tíðindaskriv frá EIK og TF Holding:

Báðir partaeigarar eins kunnaðir

Á felags nevndarfundi í dag við nevndirnar í TF Holding samtakinum, varð tilgongdin í samband við keypið av teim síðstu 30% í Eik Banka gjøgnumgingin. Nevndirnar hava havt møguleika at umrøða gongdina við stjórn.

Eftir fundin staðfestu nevndirnar m.a., at báðir partaeigarar hjá Eik Banka fingu eins kunning um avgerðina hjá TAKS. Nevndin í Eik Banka varð kunnað á nevndarfundi tann 24. august 2015. Umboðið hjá Finansiel Stabilitet var ikki til staðar á fundinum, men fekk kunning sendandi 31. august 2015, kl. 09.40. Vit mugu tó tíanverri staðfesta, at hendan kunning fór ikki víðari til Finansiel Stabilitet. Staðfest varð eisini at Súni Schwartz Jacobsen, forstjóri í Eik Banka, hevur hildið sína fráboðanarskyldu í samband við keypstilgongdina av bankanum.

Nevndirnar vóru nøgdar við kunningina, sum tær tóku til eftirtektar, og meta málið at vera avgreitt.

Tórshavn 20. mars 2017

Arni D. Brattaberg, nevndarformaður í TF Holding

Torben Nielsen, nevndarformaður í Eik Banka

-------

RED:

Leikluturin hjá Fíggjarligum Støðufesti

Kunningin, sum Astrup fekk tann 31. August, bleiv av einari ella aðrari orsøk ikki send víðari. Spurningurin er um júst hetta ikki er beinleiðis orsøk til at umboðið hjá Fíggjarligum Støðufesti í sjálvari jóla halguni  2015 bráddliga far úr at gera.

LES MEIRA HER

Lýsing Lýs her...