Elding

Úr myndasavninum



Lesarabrøv


Heðin Mortensen

Lygn oman á lygn!

Jóhann Lützen

Saman at standa

Mary Antonsdóttir, forkvinna í Heilsuhjálparafelag Føroya

Ein skúli aftrat loysir ikki trupulleikan

Ragnar Ludvig

Hjartalag Guds

Jørgen Niclasen, løgtingsmaður

Nixon og Hoydal: I am not a crook

Jógvan Skorheim, borgarstjóri og stýrislimur í TSK

Kann onki fáa frið uttanfyri høvuðsstaðin?

Sjúrður Skaale (Tala hildin á fólkafundi í Lítlu Dímun 8. juni 2017).

Lítla Dímun - lítil oyggj, stórur varði


Úr videosavninum



Kunngerðir



Til sølu



Dýra Landsbanka-floppið


Skrivað hevur Jørgen Niclasen 30.12.2016 - 21:27

Lýsing Lýs her...

Ein almennur stovnur verður til tveir, vit fáa 7 eftirlit ístaðin fyri 6 og 3 nevndarlimir verða til 21. Kostnaður 9 mió. og vit fáa í besta lagi tað sama.

Skattgjaldarin verður fátækari og alt verður betur, siga tey. Tá vit høvdu Landsbankan, høvdu vit fleiri bankakreppur og eingin ávaring. Landið misti eisini milliónir av feilplasering av gjaldførinum.

Meðan veruligi landsbankin, Gjaldstovan, hevur umsitið gjaldførið, hevur verið øðrvísið. Ratingin av landskassanum er farin upp. Við gamla Landsbankanum, var eingin renta av lánum lægri enn 3%, nú hevur Gjaldstovan fingið rentuna niður á 0,5%. Munur, ið merkist.

Við gjaldførinum, hevur Gjaldstovan fingið fyrimyndarliga góða rentu. Ja, so góða, at rentur av 2,3 mia av innstandandi nærum dekka rentur av uml. 5 mia. í lánum. Gjaldstovan hevur ikki mist eitt oyra við plasering av gjaldføri. Og vit hava heldur onga bankakreppu havt.

Óneyðugur og dýrur poppur byrjar 1. januar og skattgjaldarin verður fátækari.

Jørgen Niclasen, tingmaður

Lýsing Lýs her...