Úr myndasavninum



Úr videosavninum



Hús og heim



Til sølu



Eftirlýsti maðurin úr Arrestini í Mjørkadali funnin


Skrivað hevur Oliver Joensen 20.04.2017 - 10:13

Lýsing Lýs her...

Færøernes Politi - 2017-04-20 08:43 GMT

Umleið kl. 08:20 boðaði ein løgreglueind frá, at við hjálp frá lokalum borgarum, høvdu teir handtikið tann eftirlýsta persónin í Kaldbak. Maðurin var val fyri, eftir at hava søkt sær skjól í einum fjósi í nátt. Hann verður nú avhoyrdur á politistøðini í Havn. Talan er um ein 37- ára gamlan mann ið er dømdur fyri vápna heimarán í Danmark. Í eini roynd er maðurin sendur til Føroyar, har ætlanin var at hann skuldi sita í Varðhaldinum í nakrar mánaðir. Tað var í gjár umleið kl. 17:15, at løgreglan fekk boðini frá Arrestini í Mjørkadali um, at ein fangi var rýmdur. Løgreglan setti eina leiting í verk stutt eftir, og leitað hevur veri við m.a. hjálp frá servandum løgregluhundum í umráðnum við Mjørkadal, Kaldbaksbotn og í haganum eysturmóti Kaldbak. Leitingin bleiv steðga umleið kl. 23 ói gjárkvøldið, og var hildi áfram í lísingini í morgun. Løgreglan takkar fyri áhugan og hjálpina ið var veitt fyri at finna tann eftirlýsta mannin.

Lýsing Lýs her...