Føroya Sjómannadagur

Úr myndasavninum



Lesarabrøv


Bjarni Hammer, Bjørt Samuelsen og Magni Arge

Samgongan: Fiskidagarnir óbroyttir næsta fiskiár

Jóannes M. Olsen

Jósef

Jógvan Skorheim, borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu

Vælkomin á Summarfestival

Kristianna Winther Poulsen, tingkvinna fyri Javnaðarflokkin

Nógvar uppgávur fyri framman

Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri

Vilhelm 75


Úr videosavninum



Kunngerðir



Hús og heim



Til sølu



Ein føroysk miðlasøga anno 2017


Skrivað hevur Ronnie Thomassen 13.04.2017 - 16:15

Lýsing Lýs her...
Okkurt kundi týtt uppá, at Miðlahúsið og ein ávísur fólkatingslimur í seinastuni hava koyrt eitt ávíst "parløb". Hetta hevur ein kunnað eygleitt, tá fólkatingslimurin hevur tikið ávís kontroversiel mál upp, sum beinan vegin hava fingið fulla exponering í miðlunum hjá Miðlahúsinum

Eitt nýtt dømi kom í gjár, har tingini kortini vendu øvugt. Fyrst kom ein grein mótvegis Bergi D. Joensen, presti, har eitt skriv hann hevði sent til løgtingið varð endurgivið rættuliga kritiskt. Fólkatingslimurin var skjótur inn á vøllin, og Bergur prestur fekk av at vita.

Seinni á degnum mótmælti prestur. Skrivið hann hevði sent til løgtingið var meira enn ársgamalt, og hann hevði ilt við at skilja, hví tað varð grivið framaftur á henda hátt. Sostatt minti málið ikki sørt um eina episodu í seinastu sendingini hjá KVF um gamla Eik, har eitt ljóðklipp bleiv brúkt í einum øðrum samanhangi, enn har orðini vórðu søgd. Tá gjørdi tann sami fólkatingslimurin eitt øgiligt vrøvl, har hann eftir sigandi eisini hevði verið í samskifti við stjóran í KVF.

Miðlahúsið endaði aktuella málið við eini "umbering", sum meira bar bráð av einum nýggjum álopi á prestin. Fólkatingslimurin gjørtist knappliga øgiliga kúrrur. Og Bergur prestur vísti somikið stórt menniskjansligt yvirskot, at hann tók ímóti umberingini.


Lýsing Lýs her...