Úr myndasavninum



Úr videosavninum



Kunngerðir



Hús og heim



Til sølu



Merkisdagar og minningarorð



- Ein kanóndystur við Víkingi sum greiðum favoritti frammanundan


Skrivað hevur Jákup Ósá 10.08.2017 - 20:43

Lýsing Lýs her...

Jógvan Martin Olsen heldur, at tað at KÍ manglar fleiri av leikarunum, sum vanliga eru í uppstillingini, ger, at Víkingur nú er greiður favorittur.


Jógvan Martin Olsen er fyrrverandi venjari hjá fleiri liðum í bestu deildini. Sum áskoðari gleðir hann seg til stórdystin á Summar Festivalinum millum KÍ og Víking. Hann segði soleiðis um dystin á Summar Festivalinum í Vespureiðrinum mánadagin á R7.

- Hatta vera kulissur, sum tiltala Víkingum øgiliga nógv. Tað sum er spell fyri áskoðaran í hesum føri er, at tað verður eitt munandi skert KÍ lið. Har eru nógvir ungir dugnaligir leikarar í Klaksvík og teir fáa nú møguleikan at føra seg fram á tí stóra pallinum. Ofta síggja vit, at leikarar, sum vit annars ikki hava sæð so nógv til, plaga teir at taka av í slíkum føri. Eg gleði meg til dystin, tí hetta verður ein kanóndystur. Men Víkingur er ein greiður favorittur til at vinna dystin í Klaksvík, tí KÍ liðið er so skert, segði Jógvan Martin Olsen í Vespureiðrinum.


KÍ og Víkingur spæla toppdyst fríggjakvøldið kl. 18.00.

Lýsing Lýs her...