Black Friday

Úr myndasavninum



Úr videosavninum



Hús og heim



Til sølu



Merkisdagar og minningarorð



Ein skjótingardagur eystanfyri


Skrivað hevur Oliver Joensen 17.10.2017 - 14:59

Lýsing Lýs her...

Veðrið var av tí allar besta. Slíkir heystdagar er hugaligt at kunna flóta, um ein hevur hug til slíkt.

Veiðimenn hava tosað nógv um fugl og fuglaveiðu hesa seinastu tíðina upp undir oktober, tá loyvt er at skjóta sjófugl.

Tíðindi frá fiskiflotanum eystanfyri hava sagt frá, at teir hava sæð so nógvan fugl eystanfyri Føroyar, so nógv, sum teir ikki hava sæð í fleiri ár. Tí hava menn gingið spentir.

Í gjár var so ein dagur, har tað bar til hjá okkum, sum bert hava eitt fimm mannafar á at líta, at fara ein túr.

Túrurin bleiv langur, í veruleikanum alt ov langur fyri eitt slíkt far. Vit høvdu góðar 28 fjórðingar at sigla aftur í støðna á Borðoyarvík, tá vit vóru longst burtur.

Men hetta gjørdist ein av teim góðu túrunum hjá okkum. 47 fuglar bleiv tað til, fýra álkur og tveir lundar, restin lomvigi.

Frá øðrum bátum hava vit frætt um at onkur fekk meira enn 200 fuglar ímeðan aðrir lógu um tað, sum vit fingu.

Jú, sjón fyri søgn, nógvur fuglur heldur til við Føroyar nú veturin stendur fyri.

Dagurin í gjár gjørdist langur, vit fóru út eftir víkini um knapt átta tíðina um morgunin, og vóru ikki aftur fyrr enn um sekstíðina.

Vit byrjaðu at royta við tað sama, men sum vera man, so gekst onki serligt við tí. Menn vóru eitt sindur lúgvaðir og hartil vóru lomvigurnar nógv stapaðar. Fuglurin er um at skifta fjarðar júst nú. So tað gekst spakuliga at fáa fjarðarnar av, so vit lótu nakað vera eftir til í kvøld.

Ein sera góður og gevandi dagur á folti.

Myndatólið var sjálvandi við, so her eru myndirnar, ið eg fekk burturúr:

Lýsing Lýs her...