Black Friday

Úr myndasavninum



Úr videosavninum



Hús og heim



Til sølu



Merkisdagar og minningarorð



Ein sorgardagur


Skrivað hevur Jógvan á Lakjuni, løgtingsmaður 07.09.2017 - 14:22

Lýsing Lýs her...

Eg bleiv keddur og máttleysur í gjár, tá ið eg las, at Annika Olsen, borgarstjóri í Havn, nú fór at gifta tveir menn!

Annika mátti tó kunnað latið vera og biðið onkran annan gjørt tað – fyrrenn ikki, bara fyri at víst eitt lítið sindur av virðing fyri okkum øðrum í Fólkaflokkinum, sum hava barst ímóti hesum, og okkara túsundtals veljarum og so mongum øðrum, sum í dag gráta um, at hetta eisini skuldi henda í okkara elskaða, lítla, viðbrekna landi.

Eg skilji ikki, at Annika kann gera hetta – og taki frástøðu frá tí!

Men samstundis fari eg at gera eina viðmerking til Sjúrð Skaale, javnaðarmann, sum finst at Anniku Olsen, tá ið hon sigur, at hon ikki atkvøddi fyri hjúnabandslógini, tí at kirkjan bleiv blandað uppí. Sjúrður sigur, at hetta passar ikki, tí uppskotið bleiv gjørt soleiðis, at kirkjan ikki skuldi blandast uppí.

Men her fer Sjúrður púrasta skeivur. Ótrúligt, at hann kann siga hetta! Kirkjan bleiv sanniliga drigin uppí – og tað so ruddiliga!

Rokni ikki við, at fólk hava gloymt hetta við §14, stk. 2 í hjúnabandslógini um signing av borgarliga giftum, sum løgmaður knappliga lýsti at vera føroyskt málsøki, hóast Løgtingið ongantíð hevur yvirtikið tað, og sum eisini var niðurstøðan hjá Landsstýrismálanevndini!

Eg var sjálvur í Mentanarnevndini, tá ið biskupur og dómpróstur vóru til hoyringar, og tað var trist at hoyra, hvussu harmir og argir teir saman við øllum tí kirkjuliga baklandinum, prestafelagnum og felagnum fyri kirkjuráðslimir vóru um gongdina í hesum máli, at kirkjan ikki var eftirspurd, men ímóti endanum av viðgerðini varð drigin inn í málið.

Og hóast alt baklandið hjá kirkjuni og øll onnur trúarfeløg staðiliga mæltu frá, so fór sjálvur kirkjuministarin í Føroyum, Rigmor Dam, ivaleyst eftir ordrum frá løgmanni, beinleiðis inn og mælti til at taka ein lógartryggjaðan verjugarð rundan um kirkjuna burtur, soleiðis at tað nú bara skal eitt ritual til, at tvey av sama kyni kunnu verða signað í kirkjuni.

Ótrúligt at hoyra Sjúrð Skaale siga, at kirkjan ikki varð blandað uppí. Jú sanniliga bleiv hon tað! Samgongan við Javnaðarflokkinum á odda sendi problemið beint inn í kirkjuna!

Ja, tað var so galið, at biskupur mátti steðga allari signing av borgarliga giftum í kirkjuni.

Og trúgv mær – tað verður verri enn!


Lýsing Lýs her...