Føroya Sjómannadagur

Úr myndasavninum



Lesarabrøv


Bjarni Hammer, Bjørt Samuelsen og Magni Arge

Samgongan: Fiskidagarnir óbroyttir næsta fiskiár

Jóannes M. Olsen

Jósef

Jógvan Skorheim, borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu

Vælkomin á Summarfestival

Kristianna Winther Poulsen, tingkvinna fyri Javnaðarflokkin

Nógvar uppgávur fyri framman

Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri

Vilhelm 75


Úr videosavninum



Kunngerðir



Hús og heim



Til sølu



Ein tann ringast hugsandi dagurin í árinum er valdur til at hava fólkaatkvøðu í


Skrivað hevur Helgi Abrahamsen 10.02.2017 - 12:21

Lýsing Lýs her...

Nú er endaliga staðfest, at breiða semjan um stjórnarskipanina, sum fleiri ferðir hevur verið næstan komin í hús, framvegis ikki er funnin. Løgmansskrivstovan boðar tí í dag frá, at fólkaatkvøðan sum skuldi verða í heyst, er útsett til flaggdagin næsta ár.

Flaggdagurin man vera ein tann ringast hugsandi dagurin at velja til at hava fólkaatkvøðu í. Málið við stjórnarskipanini sigst vera at savna føroyingar, og tað skal flaggið eisini gera. Men hóast hetta, so skerst ikki burtur, at orðavalið í flagdagsrøðum er mangan alt annað enn savnandi, og lítið er at ivast í, at tað verður ikki mætari á sjálvum degnum, tá fólkaatkvøða um stjórnarskipan verður hildin.

Og so kunnu vit ímynda okkum, hvussu tað fer at gangast við at fáa fólk, sum ávegis til valhølini hava kent seg útspilt, at atkvøða fyri hesi savnandi lógini.

Sambært skrivinum frá løgmansskrivstovuni í dag er ætlanin, at Stjórnarskipanin skal samtykkjast á løgtingi seks mánaðir, áðrenn fólkaatkvøðan verður. Tað merkir, at løgtingið skal samtykkja uppskotið í seinasta lagið 25. oktober. Um hetta skal eydnast, so skal semjan helst vera funnin nú, tí hasin seinasti setningurin hevur eftir hondini manglað í nógv ár.

Eftir at semja er fingin í løgtinginum er tað stóra arbeiðið eftir. Lógin skal eisini hava undirtøku frá fólkinum - helst breiða undirtøku, og har má 25. apríl sigast at vera næstringasti dagurin í árinum í somáta. Tað er bara 14. september sum klárar at umboða sundurlyndið í føroyingum betur enn flaggdagurin. So sigast má, at dagurin er illa valdur, um málið er at finna eina breiða semju.

Lýsing Lýs her...