Úr myndasavninum



Úr videosavninum



Kunngerðir


18.02.2017

Ársaðalfundur

18.02.2017

Floksting 2017


Hús og heim



Til sølu



Merkisdagar og minningarorð



Einasta ísfiskaskip á Flemish Kap


Skrivað hevur Jákup Ósá 02.01.2017 - 15:39

Lýsing Lýs her...

Um tíggjutíðina í gjárkvøldið loysti línuskipið Váðasteinur av Toftum. Tað skrivar Føroyska Heimamissiónin.

Kósin var sett vestur í hav tí teir ætla sær á Flemish Kap at royna. Sum tað ljóðar, so er Váðasteinur einasta føroyska ísfiskaskip, sum ætlar sær á Flemish Kap í ár.

-Tað er langt at fara á ísfiskaveiðu. Men veðurlíkindini eru rímuliga góð og fiskiskapurin hevur verið framúr góður undanfarnu árini, so vit vóna tað gongur væl- sigur skiparin, Árni Zachariasen.

Við Váðasteini eru 14 mans. Áðrenn teir fóru avstað var andakt umborð har sjómanstrúboðarin og Ovi Brim prestur luttóku. Teimum og sjófólkinum annars verður ynskt góðan túr, gott nýggjár - og Jesus fylgi tykkum, skrivar Føroyska Heimamissiónin, ið eisini eigur myndirnar. 

Lýsing Lýs her...