Black Friday

Úr myndasavninum



Úr videosavninum



Hús og heim



Til sølu



Merkisdagar og minningarorð



Eldsálirnar í Føroya Sílaveiðufelag í døpurhuga


Skrivað hevur Oliver Joensen 18.10.2017 - 11:04

Lýsing Lýs her...

Sjálvt um stórt arbeiðið hevur verið gjørt seinnu árini, at seta smolt út í Leynavatn og Saksunarvatn, so kemur lítið, fyri ikki at siga einki, aftur í áirnar úr Atlantshavi. Vit hava fregnast ymsastaðni um hvør orsøkin man vera.

Andrias (Dia) Jacobsen úr Leynum, man vera maðurin, ið hevur fylgt tættast við gongdini av sílum og laksi í Leynará. Dia sigur, at hann veit ikki um lakari ár til laskafiskiskap í Leynavatni enn júst í ár.

Eg haldi ikki, at tað eru meira enn einin 35 til 40 laksar fingnir úr vatninum í ár, og tað er óhoyrt lítið. Hetta er støðan, hóast vit hava klakt á smoltstøðini í Havnardali og hava sett út á hvørjum ári.

Longu í 1948 varð byrjað at seta út, situr Dia víðari. Men ikki fyrr enn í 1970 byrjaðu menn at fáa nakað munagott av laksi aftur. Í 70unum og til um miðjan 80-ini fekst væl av laksi áhvørjum ári. Tá fekst tað um dagin, sum er komið upp higartil í ár. Ikki var óvanligt at omanfyri 1000 laksar komu upp á hvørjum ári øll tey árini. Men frá um miðan 80-ini hevur gingið støðugt afturá.

Í 1999 varð fyri fyrstu ferð smolt sett út frá smoltstøðini hjá Sílaveiðufelagnum í Havnardali. Síðani hevur støðugt verið sett út, men tað hevur ikki broytt nóg nógv upp á støðuna. Menn hava strokið laks úr Leynará og úr Saksunarvatni og klakt frá teimum fiskunum, men fyri nøkrum árum síðani varð hildið, at eitthvørt var við stammuni, sum gjørdi at laksurin ikki kom aftur. Ella í hvussu so er at minni og minni kom aftur av tí, sum sett varð út.

Tí var farið aftur til Íslands at keypa rogn, klekja á Smoltstøðini hjá felagnum og so seta nýggu stammuna út í Leynum og Saksun. Men úrslitið hevur verið skuffandi, sigur Dia Jacobsen. so vánaligt hevur úrslitið verið, at nú laksatíðin er at kalla av í 2017, haldi eg ikki at meira enn einir 35-40 laksar eru fiskaðir higartil í ár í Leynavatni og Mjáðuvøtnum. Í Saksun havi eg ikki fylgt so væl við, men havi skilt, at støðan er hin sama har og helst enn vánaligari, segði Dia at enda.

Men sjálvandi, gitt verður dúgliga um hvør orsøkin er. Ein sannroynd er, at í fjørð, sum var eitt sera vánaligt ár, vísti laksateljarin at umleið 1000 laksar vóru farnir niðan í Leynará, ímeðan sami teljarin í ár vísir at 200 laksar eru farnir niðan.

Tað eru tey, ið siga, at vit skulu bíða í fleiri ár afturat áðrenn vit síggja úrslit av nýggju útsetingunum. Roknað varð annars við, at fyrstu laksarnir frá nýggju íslendsku rognunum, sum vóru sett út sum smolt eftir kleking á Smoltstøðini í Havnardali, skuldu koma aftur í Leynar og Saksunar tvey og trý ár seinni, men í veruleikanum hevur lítið og onki verið at sæð til hendan laksin.

Eitt annað git gongur út upp á, at vit mugu fyrst fáa fatur á einum laksi úr nýggju stammuni, strúka hann, og so ala smolt úr teimum rognunum. Hugskotið sprettur úr, at genini í íslendsku smoltunum, sum fiskurin hevur ment í fleiri túsund ár eru ov sterk til at fiskurin skal finna aftur í føroyska á, eftir at eggini bara eru klakt her og sett út fyri bert at støðast eitt stutt bil í føroyskari á. Ella sagt á ein annan hátt: “Ilt er at fáa gamlan hund, uppi at sita”. Tað kann væl vera, at eitthvørt íborið er orsøkin til at útsetta smoltið ikki kemur aftur sum laksur.

Tá vit spyrja Jan Arge Jacobsen, fiskifrøðing á Fiskirannsóknarstovuni um, hví smoltini, sum komu úr føroyska laksinum, tá vit struku okkara egnu, so líðandi ikki komu aftur, so sigur hann millum annað:

Nógvar orsøkir kunnu vera til tað. Eitt er ovfisking, sum hildið var tað einu tíðina. Men tað er ógvuliga ósannlíkt at tað er orsøkin. Eisini var frammi eina tíð um hjáveiðu hjá makrelskipunum. Men tað vita vit ikki nógv um, hóast vit vita at teir hava fingið onkrar laksar og Magnus Heinason fekk 24 laksar í einum háli sunnanfyri, fyri árum síðani.

Laksur og makrelur eru ikki eftir somu føði, tað vita vit og tí er ikki sannlíkt, at nótaskipini royna júst á vakstrarøkinum hjá Laksinum eftir makreli.

Men ein orsøk til at vit síggja so lítið av laksi koma aftur í føroysku áirnar kann vera kappingin um føðina úti á havinum. Sjálvt um makrelur ikki er eftir somu føði sum laksur, so kann orsøkin vera hørð kapping um føðina. Um nú makrelurin etur smærri havdýrini, sum eru føði til føðidýrini hjá laksinum, so kann hetta meira enn so vera ein orsøk. Hitin í sjónum og í áunum kann eisini vera ein orsøk. Men sum sagt, vit vita ikki nógv um hesi viðurskifti, segði Jan Arge Jacobsen, fiskifrøðingur at enda.

Upplagt evni til gransking

Vit hava áður nevnt her í Norðlýsinum, at laksateljarin burdi verið eitt upplagt evni til gransking eftir meira vitan um hvat fyriferðst í havinum kring um okkum. Her hava vit eitt fiskaslag, ið fer út í Atlantshavið á sítt vakstrarøki og vanliga kemur aftur upp í hendurnar á okkum. Skjótt er til at hugsa, at her átti at verið hópin av vitan um lívfrøðina, havumhvørvið, livilíkindi hjá fiskinum úti á havinum og annað mangt, ið hesin fisksurin, ið vendir aftur til somu á á hvørjum árið, átti at kunna sagt okkum frá.

Eitt er at til ber at merkja fiskin. Men tøkniligir møguleikar fara víðari enn tað. Software er til, sum skilst, ið kann lesa ryggfinnuna og nærkastu skræðumyndina sum eitt unikt fingraavtrykk og tí kundi laksateljarin verið mentur til at kenna hvønn einstakan laks, tá hann kom aftur í laksateljaran. Hetta hevði skapt hópin av granskingarmøguleikum og givið okkum nýggja vitan um umhvørvið og líkindi og atburð hjá laksi og helst um onnur fiskasløg eisini.

Oliver Joensen

Lýsing Lýs her...