Lutherdagar

Úr myndasavninum



Úr videosavninum



Kunngerðir



Hús og heim



Elsa Waage sang og tónin accelereraði upp í tróðrið


Skrivað hevur Oliver Joensen 22.09.2017 - 15:15

Lýsing Lýs her...

Av røttum kann sigast, at íslendengar liggja sera frammarlaga og eru á høgum støði í tónlistini

Langt er ímillum, at Klaksvíkingar, norðingar og eysturoyingar hava høvi til at sita og njóta sang og orgulspæl á so høgum støði, har karmurin ikki stóð aftari enn hátignarliga og vælljómandi Christianskirkjan. Løgini og umhvørvið hóskaðu so væl saman og fitt var av fólki.

Elsa Waage, operasangarinna – contra alt – og Antonia Hevesi, pianistur og organistur, hava nú í 14 samfullar dagar undirvíst bæði yngri og fólki í góðum aldri í sangi. – Sangfrálæran hevur verið í Skálanum.

Skráin hóskvøldið í Christianskirkjuni var við fleiri kendum løgum so sum “Ombra mai fu” av George Friederich Händel, “Panis Angelicus” av Cesar Franck, Negero spiritual “Some time I feel like a motherless child” og fleiri onnur løg.

“The Holy City” av Stephen Adams sang hon eisini og her kom kórið í Christianskirkjuni inn í niðurlagnum, sum fylti sera væl upp og røddin hjá Elsu bara vaks og vaks. Kórið og Elsa sungu væl saman.

Orglið við fullari orku

Antonia Hevesi spældi á orglið fyrst kendu Toccatuna í d-moll av Johan Sebastian Bach, har orglið veruliga kom til sín rætt. Seinni spældi hon eitt stykki “Song of India” – úr operuni Sadko. Hon hevði sjálv arrangerað hetta hóvliga og melankolska stykkið.

Alt í alt var hetta ein uppliving sum sjáldan..

At føroyaferðin og undirvísingin í sangi við konsertum, bæði í skúlanum á Skúlatrøð 6. og 7. ársnæmingum, í Tekniska skúla, í Norðurlandahúsinum og síðani í Christianskirkjuni hevur kunnað verið framd, tí hollir stuðlar tóku so væl undir við hesum kostnaðarmikla tiltaki. – Teir eru: Høvuðsstuðlar, Klaksvíkar Kommuna, P/F JFK, P/f Christian í Grótinum. Aðrir stuðlar KBI, Mallco, Bank Nordik, Atlantsflog, Estra og Mercant. Næmingar goldu sjálvandi eisini fyri undirvísingina.

Elsa og Antonia, ætlað, okkum kunnugt, saman við fyrireikarunum at taka undirvísingina uppaftur tíðliga í vár.

Lýsing Lýs her...