Black Friday

Úr myndasavninum



Úr videosavninum



Hús og heim



Til sølu



Merkisdagar og minningarorð



Elsebeth spyr um ALS


Skrivað hevur Jóhann Lutzen 12.09.2017 - 18:02

Lýsing Lýs her...

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir fer at spyrja Henrik Old, landsstýrismann soljóðandi spurning um ALS skipanina

Fyrispurningrnir eru:


1. Hvussu ber tað til, at lønarútreiðslunar hjá Arbeiðsloysisskipanini (ALS) eru so høgar, tá arbeiðsloysið er lækkandi? 

2. Hevur landsstýrismaðurin saman við ALS stýrinum ætlanir um at lækka inngjaldið til ALS? 

3. Metir landsstýrismaðurin tað vera rætt, at lønarútreiðslunar hjá ALS ikki laga seg eftir lækkandi arbeiðsloysinum? 


Viðmerking 

Arbeiðsloysið er met lágt í løtuni. Sambært Hagstovuni var arbeiðsloysið í juni 2017 2,2%. Tí undrar tað, at lønarútreiðslunar hjá Arbeiðsloysisskipanini ikki samsvara við góðu búskapargongdina.

Sambært ársfrásøgnini fyri 2016 starvaðust 34 fólk í ALS. Ársfrágreiðingin fyri 2017 er ikki tøk, men um støðið verður tikið í ársfrágreiðingini fyri 2016 og sammett við arbeiðsloysið í juni 2017, sita í dag 34 starvsfólk, ið umsita 412 arbeiðsleys. Við øðrum orðum: hvørt starvsfólk umsitur gott og væl 12 arbeiðsleys! 

Tað, ið ger støðuna so undrunarsama er, at lønarútreiðslunar eru nærum trýfaldaðar seinastu átta árini, hóast arbeiðsloysið er lækkað úr 7% í 2011 til 2,2% í 2017. Raksturin hjá ALS er farin úr 6 mió kr. í 2008 til nærum 15 mió kr. í 2016. Sostatt eru lønarútreiðslurnar vaksnar við næstan 9 mió. kr. upp á fá ár. Næstan trýfaldaðar. 

Um sammett verður við Barsilsskipanina, ið er ein útgjaldskipan, ið líkist ALS, kostar umsitingin 2. mió. kr. árliga. Arbeiðstakarin skal sambært lóg gjalda 1,25% av lønini inn í arbeiðsloysisskipanini, men í veranda løtu eru eingi útlit fyri, at góða búskapargongdin steðgar. Tvørturímóti. Í løtuni tykist tað, sum hart vunnu pengarnir fara í umsiting, heldur enn til arbeiðstakarin. 

Tí hevði tað verið uppá sítt pláss, um landsstýrimaðurin saman við ALS stýrinum hugdi at ALS inngjaldinum og vaksandi lønarútreiðslunum, so at skipanin kemur arbeiðstakaranum til góðar. Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur.



Lýsing Lýs her...