Úr myndasavninum



Úr videosavninum



Kunngerðir



Hús og heim



Til sølu



Merkisdagar og minningarorð



Er tað ikki júst ”normalt” at siga noy til rúsdrekka?


Skrivað hevur John William Joensen 09.08.2017 - 10:59

Lýsing Lýs her...

Øll ynskja vit at verða normal. Men av einari ella aðrari orsøk eru tey, sum als ikki nýta rúsdrekka komin í tann bólkin, har tey skilja seg burtur úr fjøldini, serliga nú Føroya størsti festivalur er farin av bakkastokki. At roykja og sutlað rúsandi løgir í seg frá morgni til myrkurs er ikki einans ”okey”, men at roknað, sum normal atferð ella eitt must hesa vikuna í Klaksvík.

MEN - Er ikki okkurt galið, tá man ikki kann savnast saman við vinfólkum og uppliva tónleik uttan rúsandi evnir? Sokallaðir modernaðir, ella meiri mentaðir føroyingar, spyrja á sosialu miðlunum, um tíðin ikki er komin at gevast við at drepa og eta grind. Og hetta humanistiska rákið ávirkar í alsamt størri mun ”normalu” atferðina hjá fjøldini, og úrslitið er at flestu okkara eta minni og minni av grind.

Men at fylla seg við rúsevni/drekka, og lata ungdómin sleppa at renna "hornini" av sær á festivalum, verður bólkað sum mennandi og vanlig sosial atferð. Rúsevni geva kreativu evnum og tankum flog hava so mætir menn og humanistar, sum John Lennon og Kris Kristoffersen sagt. Síðani tíðindini bórust um at Kris Kristoffersen varð tikin í tollinum við rúsevnum, hava sosialu miðlarnir verið fyltir av viðmerkingum frá tolerant-tikkarum, har tey finnast at bíttu føroysku lógini, sum bannar innflutning av sokallaðum óskaðiligum rúsevnum.

Sum Parkinson súklingur og nevndarlimur í Parkinsonfelagnum møti eg ofta fólki á gøtuni, sum ráða mær til at royna Hash ella beinleiðis bjóða mær rúsevni, tí tey dyrka hamp plantuna heima í kjallaranum. Læknavísindin stendur púra spyrjandi, nú Hash plantan er vorðin ”mirakul-kururin”, sum hjálpir móti øllum teimum ”ringastu” sjúkunum, sum Krabbamein, Sclerosu, Parkinson oso.fr..

”Av tí at Hash plantan er eitt náttúrligt evni eru eingi sokallaði hjá árin.” Hetta verður sagt av vanligumskilafólkum, hóast læknafrøðin hevur prógvað, at daglig nýtsla av Hash hevur álvarsom hjáárin við sær. Í bindiklubbum, miðlum og á Facebook, verður hetta "mirakul-evni" hálovað og leggur hetta eitt  øðiligt trýst á sjúklingar, sum hava álvarsamar sjúkur at stríðast við. Fá tær Hash dropar, ella royk hash - so verður tú spillfrískur????

Teir fáu prædikumenn, sum eftir eru og sum mæla til totalt fráhaldnið frá rúsandi evnum eru illa lýddir av modernaðu facebook humanismuni.

Men var menniskjað skapt til at taka rúsevni fyri at ”hugna” ella ”stuttleika” sær?

Ella eiga vit sum menniskju ikki eginleikar at hava tað ”gott”, ”stuttligt”, ”hugnaligt” ella kenna okkum ”frí og fræls” og sum ein part av normalu mentani uttan vit hava eina sigarett ella ølglæs í hondini?

Eg ætlaði ikki at skrivað hetta fyri at seta niður á nakran. Men eg vóni at hesir tankar fylgja okkum hesa vikuna, nú rúsevnir og rúsdrekka í eina fulla viku verða bjóðað í yvirflóð í Klaksvík - serliga til ungdómin.

Tað er OK at siga noy takk til Rúsdrekka.

Tað er eisini hugvekjandi, at nevndu prædikumenn, sum talaðu ímóti rúsdrekka og rúsevnum ofta vóru millum ídnastu grindamenn – meðan Facebook humanistarnir, sum reklamera við rúsdrekka balling á Facebook í alsamt størri mun taka frástøðu til at drepa grind.

Best er um vit øll hildu okkum til "vit og skil" - men tað er ikki lætt at vera ungdómur og tað hevur tað ongantíð verið.

Lýsing Lýs her...