Elding

Úr myndasavninum



Úr videosavninum



Kunngerðir



Hús og heim



Til sølu



Fáið tølini á borðið!


Skrivað hevur Árni Dahl 30.06.2017 - 07:32

Lýsing Lýs her...

Mánadagin bórust tey tíðindi, at niðurlendskiforsætisráðharrin, Mark Rutte, hevði ringt til løgmann í sambandi við, at Føroya Løgting í vikuni skuldi viðgera nýskipanaruppskotið fiskivinnuni viðvíkjandi.

Seinni frættist, at íslendski uttanríkisráðharrin hevði stílað bræv til føroyska vinnumálaráðharran um sama mál.

Í gjár frættist so, at íslendska altingsforkvinnan hevur ringt til fleiri føroyskar politikarar í somu ørindum.

Og í dag frættist sanniliga, at niðurlendska sendistovan í Keypmannahavn vil hava danska forsætismálaráðið at leggja seg út í føroyskt tilfeingislógarsmíð.

Miðlarnir hava viðgjørt hesa útlendsku uppíblanding merkiliga lítið – portalarnir at kalla als ikki – teir hava kanska sín lýsaraskara at hugsa um og eru soleiðis møguliga múlabundnir.

Enn einaferð er almenna kringvarpið einasta vón, skal ljós varpast á hetta málið.

Og spurningurin er ógvuliga einfaldur:

Hví leggja útlendskir politikarar á hægsta stigi seg út í føroyska fiskivinnulóggávu?

Tað gera teir sjálvsagt, tí at niðurlendskir og íslendskir pengamenn vinna hóp av peningi úr tí tilfeingi, sum er ogn Føroya fólks.

Áhugavert hevði verið at fingið tølini á borðið:

Tá ið 1000 kr. eru vunnar úr føroyskum fiskatilfeingi, hvussu nógvar krónur hava tá hesir partar vunnið:

1. Fiskimenn?

2. Reiðarar, ið ikki umboða útlendsk áhugamál?

3. Reiðarar, ið umboða útlendsk áhugamál?

4. Niðurlendskir og íslendskir reiðarar?

Áhugavert hevði eisini verið at frætt frá øllum yrkisfeløgum, um tey taka undir við, at útlendskir politikarar leggja seg út í føroyska lóggávu.

Og sama er galdandi fyri allar flokkar á tingi:

Taka tit undir við, at útlendskir politikarar leggja seg út í føroyska lóggávu?

Upplýsast kann, at Mark Rutte flokspolitiskt er liberalur. Íslendski uttanríkisráðharrin, Guðlaugur þór þórðarson, og altingsforkvinnan, Unnur Brá Konráðsdóttir, eru úr Sjálfstæðisflokkinum, sum er vinaflokkur føroyska Fólkafloksins.

Í dag komu eingi álit úr Vinnunevndini. Er tað veruliga so galið, at ávísir politikarar skulu hava grønt ljós frá hollendingum og íslendingum, áðrenn álitini verða latin løgtinginum, so avgerð kann takast í hesum tingmáli?

Í Bóndabrekku í Havn 29. juni 2017

Árni Dahl

Lýsing Lýs her...