Lutherdagar

Úr myndasavninum



Úr videosavninum



Kunngerðir



Hús og heim



Far ikki eftir persóninum, men eftir sakini!


Skrivað hevur Bergur Jacobsen 06.10.2017 - 09:33

Lýsing Lýs her...

 Ver ikki so nærgangandi. Lat persónin fáa frið. Í Føroyum loypa vit ikki allemnt á fólk!

Øll árini eg havi gjørt almennar viðmerkingar um ymisk viðurskifti í Føroyum, havi eg, av ov á fingið at vita, at tað er skeivt at umrøða nevndar ella ávísar persónar í fjølmiðlunum. Fólk siga, at tað er ikki góður fjølmiðlasiður at ganga einstaklingum ov nær, ella at nevna fólk.

Tað er møguligt, at eg onkuntíð eri farin um mark, og eri gingin fólki ov nær! Men, eg veit ikki rættuliga um eg skal koma við einari umbering hesum viðvíkjandi. Tí í dagligari talu eru føroyingar sera nærgangandi, tá tað snýr seg um persónar – og tað er ikki óvannligt at ommmur, abbar, pápar, mammur, ættin annars og allar møguligar gamlar syndir verða vævdar uppí ellubitan, tá persónlig mál verða viðgjørd.

Slik viðgerð er, sum oftast, báði ósaklig og óhóskandi. Tí tað ber væl til at viðgera ein persón, uttan at draga alla ættina, og alt pritlívið upp í orðaskiftiðuppí. Tað ber væl til at tosa um evnið, uttan at tosa um slagið!

Men, um tað verður gjørt til tabu at viðgera persónar allmennt, so fáa reyvarholini (orsaka! ókrútini!) eisini ”frit lejde” – so kunnu tey eyrindaleysu hóreiggja sær, sum teimum lystir, tí tey vita at siðvenjan, fólkið, stuðlar teimum!

Er hettar hysteríð frá mínum sjónarmiði?? Nei, ikki bara! Tí vit vita, at magtmenniskju hava egnan og løgnan atburð og hugburð. Tey tora har onnur ræðast og skammast – vannligt smædni er ikki partur av teirra tilvitsku.

Um tað nu er tabu, bannað, at viðgera persónar og teirra virksemi tí tey eru ætt, vinir, arbeiðsgevarar, trúarfelagar, flokksfelagar, klubfelagar, arbeiðsfelagar ella bara ”fitt fólk”, so gera vit eisini samstundis demokratiska orðaskifti tannleyst, so leggja vit okkum á knæ fyri óttanum fyri hvat onnur huksa! Og so verður lítla samfelag okkara til eitt ”grannatyranni”, har tøgnin og óttin avloysir frælsa orðaskiftið!

Vit vita, at líka so væl, sum føroyingar duga at slatra, líka so væl duga teir at tiga! Lítla amfelagið krævdi av fólki, at um tey skuldu liva saman, so noyddust tey eisini stundum at tiga, og goyma og gloyma óhugnaligar sannleikar og hendinar. Og tað var helst neyðugt og gott tann tíð tað var.

Men, í dag, í okkara frælsistíðum, noyðast vit at spyrja um tað, at geva idiotum, psykopatum, villeiðarum, maglomanum, ódugnaligum og fólkum, ið heilt greitt eru á skeivari leið, frítt leidi, bara tí tey eru føroyingar, veruliga er fólkinum og landinum at gagni?

Men, sum hugburðurin er, so er ein vandi fyri, at so er! At ókrútini fráa frítt leidi, tí tey vita, at ongin torir at siga ella gera nakað. ”Det koster at være kar” – tað kostar at stinga nøsin framm, antin tað er í politikki, í almennum starvi, innan privata leiðslu, ella sum fjølmiðlaviðmerkjari.

Nøkur av hesum eru væl lønt fyri at vera har tey eru, og gera tey gera tað, so noyðast tey eisini at gjalda kostnaðin fyri at vera har tey eru. Og prísurin kann vera beinreiknar og eirindaleyar viðmerkingar viðvíkjandi teirra virksemi (N.B.ikki persóni!). Tað kann, og skal kosta, at hevja seg uppum fjøldina, og at stinga nøsina framm!

Um fólk eru ódugnaligt ella korupt, so kann tað verða alneyðugt at rópa tað frá húsatekjunum, annars doyr samfelagnið í dugnaloysi, korruptión, teskan og krúpan.

Við hesum verður ikki sagt, at føroyingar eru meira korruptir enn onnur fólk, men bara at føroyingar eisini eru menniskju, og partar av mannaættini!

Lýsing Lýs her...