Elding

Úr myndasavninum



Lesarabrøv


Jóhann Lützen

Saman at standa

Mary Antonsdóttir, forkvinna í Heilsuhjálparafelag Føroya

Ein skúli aftrat loysir ikki trupulleikan

Ragnar Ludvig

Hjartalag Guds

Jørgen Niclasen, løgtingsmaður

Nixon og Hoydal: I am not a crook

Jógvan Skorheim, borgarstjóri og stýrislimur í TSK

Kann onki fáa frið uttanfyri høvuðsstaðin?

Sjúrður Skaale (Tala hildin á fólkafundi í Lítlu Dímun 8. juni 2017).

Lítla Dímun - lítil oyggj, stórur varði

Hanus Hansen, reiðari

Heimaflotin harðast raktur


Úr videosavninum



Kunngerðir



Til sølu



Fekk onkur ilt?


Skrivað hevur Búi Tyril 20.04.2017 - 17:34

Lýsing Lýs her...

Stutt fyri páskir var Sjúrður Skaale úti í miðlunum og legði meg undir ymiskt sum ikki er rætt. Høvið var ein faldari um KVF sum júst var komin út í øll húski, og frá Posta hevði hann fingið uppspurt at eg stóð sum avsendari av faldaranum.

Sjúrður Skaale leggur í sínum skrivi meg undir at hava staðið aftan fyri aðrar dulnevndar faldarar ella skriv sum eru komin út í sambandi við býráðsval o.a., har hann og onnur navngivin hava verið fyri álopum. Eg vil staðiliga vísa aftur at eg havi havt nakað yvirhøvur at gera við tílík skriv og faldarar, tekniskt ella innihaldsliga.

Tí vil eg eisini krevja at Sjúrður Skaale kemur við almennari umbering hesum viðvíkjandi.

At eg hevði tekniska umsiting (viðvíkandi prenti, flutningi og útbering) av faldaranum um KVF sum kom út beint fyri páskir vegna ein kunda ið ynskti at vera anonymur, er rætt, men óviðkomandi í samanhanginum. Innihaldinum eigi eg ikki lut í. Faldarin varð lisin av lógarkønum hjá Posta, ið mettu at einki ærumeiðandi ella útspillandi fyrikom har; annars hevði Posta havt skyldu til at nokta fyri útbering.

Sjúrður Skaale og onnur við honum hava funnist at mær fyri at hava “latið meg brúka” til hesa uppgávu, soleiðis at onkur annar “kann goyma seg”. Eg eri samdur í at lygnir, sleyg og útspilling eiga ikki at sleppa ótálmað og navnleyst framat í tí almenna rúminum. Men talan er ikki um tílíkt her.

(Annars er rætturin at útrykkja sínar meiningar anonymt grundleggjandi í einum fólkaræði. Vit hava loyniligar atkvøðugreiðslur til val, júst fyri at ein og hvør skal kunna seta sín kross í einrúmi uttan at onnur vita, hvat viðkomandi velur, soleiðis at eingin skal koma undir trýst í tílíkum høpi. Sama meginregla er galdandi eitt nú í lóggávu sum skal verja whistleblowers.)

Búi Tyril

Lýsing Lýs her...