Úr myndasavninum



Úr videosavninum



Hús og heim



Til sølu



Fíggjarligt støðufesti spælir skuggaspæl í Føroyum


Skrivað hevur John William Joensen 20.03.2017 - 14:14

Lýsing Lýs her...
Skjøl, sum Norðlýsið hevur fingið innlit í, vísa eina sera løgna arbeiðsgongd hjá Fíggjarligum Støðufesti í Føroyum í samband við nógv umrødda skattamálið hjá Eik Banka.

Søgan um gamla og nýggja Eik banka er trupul at fáa innlit í, men eftir nógvar samrøður hava vit á Norðlýsinum fingið eina mynd, sum vísir at verjin hjá danska fíggjarheiminum, av sonnum kann sigast at brúka ótradionellar medodir.

Søgan er í stuttum tann at Fíggjarligt støðufesti sæt við einum føroyskum banka, sum var verdur í minstalagið eina milliard. Men samstundis hevði fíggjarligt støðufesti ein stóran trupuleika. Um bankin, eins og aðrir danskir bankar varð boðin út í fríðari sølu, so var sannlíkt at føroyski bankin varð seldur øðrum donskum banka - og so hevði verið rok í Føroyum. Tí noyddist fíggjarligt støðufesti til Føroya, at finna onkran, sum kundi keypa bankan. At loysa uppgávuna í Føroyum, var Jørn Astrup Hansen settur til og í Føroyum var bara ein møguligur keypari og sum einans megnaði at bjóað umleið helvtina av tí, sum Fíggjarligt Støðufesti metti at bankin var verdur.

Endin er at bankin verður seldur og Jørn Astrup Hansen, sum umboðar Fíggjarligt Støðufesti í Føroyum leiður bankan til nýggj leiðsla verður funnin.

Nøkur áhugaverd dato
Ført hevur verið fram í miðlunum, at Eik hevur ikki rætt til frádráttin, tí tapini hendu áðrenn tann 14. oktober 2010.
Men hetta var m.a. Jørn Astrup Hansen ikki samdur við tá hann sjálvur var stjóri í Eik banka.

Tann 30. November 2010
Er fundur í hølunum hjá Fíggjarligum Støðufesti í Keypmannahavn, har Astrup, sum tá er stjóri í bankanum, og nevndarformaðurin, Henrik Bjerre Nielsen, Niels Olsen, nevndarlimur luttaka. Á fundinum verður roknskapurin fyri oktober 2010 viðgjørdur og nevndin í Eik ger greitt at hon viðurkennir ikki at 14. Oktober er skeringsdagto.
…… Bestyrelsen fandt ikke opdelingen relevant. Forholdet er det, at Eik Banki P/F ultimo september 2010 betinget afhændede banken, og at betingelserne den 14. Oktober 2010 kunne anses for opfyldt. Realitetin er imidlertid den, at Finansiel Stabilitet, ved Eik Banki P/F, allerede primo oktober 2010 overtog driftstisikoen på banken…..
Fundarfrásøgnin er m.a. undirskrivað av Jørn Astrup Hansen og tað er eisini hann sum skrivar fundarfrásøgnina.

Nevndarfundarfrásøgn hjá EIK BANKA 2014:
…. "Jørn Astrup havde imidlertid ikke nogen bemærkninger til, at banken hos skattevæsenet sonderer fradragsmulighederne, ligesom han i øvrigt kunne tiltræde regnskabet for 2013, hvor der ved passivering af en latent skat er korrigeret for anvendelsen af et ikke-bogført skatteaktiv. Jørn Astrup var ikke uenig i, at der også forelå muligheden af, at omtalte beløb kunne være skattemæssigt fradragsberettiget, og at hvis bestyrelsen på det foreliggende grundlag undlod at begære fradrag i skatten på det foreliggende grundlag, kunne det muligvis medføre et ansvar for bestyrelsen."

Tann 31. august. 2015
Fær Astrup teldupost við avgerðini hjá nevndini í EIK, um at bankin ætlar at gera nýtslu av skattafrádráttinum (avgerðin hjá taks).

Tann 2. desember 2015
Downloadar Astrup umleið 70 innanhýsis skjøl frá bankanum, siga vælvitandi keldur í Eik Banka.

Tann 18. desember 2015
Hendan dagin ger Astrup bráddliga vart við at hann tekur ikki longur undir við at bankin hevur rætt til frádrátt.

24. desember 2015
Jólaaftan downloadar umboðið hjá Fíggjarligum Støðufesti fyri seinastu ferð skjøl frá bankanum.

Mars/apríl 2016
Fær Dimmalætting hendur á skjølunum, og Sveinur Tróndarson, sum er útbúgvin grannskoðari, og m.a. hevur starvast sum grannskoðari hjá Landsgrannskoðaranum, skrivar um málið í eini greinarøð har hann stafestur at bankin hevur rætt til skattafrádráttin. Síðani fær Sosialurin og KVF at almannakunngera úr somu skjølum, sum eru tey somu, sum m.a. Astrup hevur sitið og downloada í desember mánaða. Alment verður sagt í KVF at ”man” hevur funnið fram til skjølini eftir drútt og professionelt sjournalistiskt arbeiði í samstarvið millum Sosialin og KVF. Niðurstøðan er nú at bankin skal hava framt skattasvik.

Hví gongur so long tíð
Tað er í øllum føri greitt at Jørn Astrup Hansen talar ikki ímóti ætlanunum hjá nevndini í nýggja Eik banka at brúka frádráttin. Hann góðtektur baði fundarfrásøgnir og roknskapir, har frádrátturin verður viðmerktur.

Tríggjar og ein hálvan mánaða eftir at hann er kunnaður av nevndini í Eik Banka um at nevndin ætlar at aktivera frádráttin, kemur fyri fyrstu ferð fram at umboðið hjá Fíggjarligum Støðufesti, ikki tekur undir við hesum.
Lýsing Lýs her...