Mentanardagar í Sunda kommunu

Úr myndasavninum



Úr videosavninum



Kunngerðir



Hús og heim



Til sølu



Merkisdagar og minningarorð



Fíggjarmálaráðið mælir til at sjúkrahússtjórar fáa 46.000 kr. í lønarhækking í part.


Skrivað hevur John William Joensen 12.09.2017 - 16:44

Lýsing Lýs her...

Í svarið frá Heilsumálaráðnum verður sagt, at orsøkin til stóru lønarhækkingin til stjóran á Klaksvíkar Sjúkrahúsið og Suðuroyar Sjúkrahúsið er ”… fyri at átaka sær eina størri ábyrgd uppá tvørs av Sjúkrahúsverkinum…”

Norðlýsið spurdi Heilsumálaráðið, um hví sjúkrahússtjórarnir á Klaksvíkar- og Suðuroyar Sjúkrahúsið, skulu hava eina lønarhækking fyri tilsamans 120.000 kr. (umleið 60.000 kr. í part), tá teir ikki longur hava evstu ábyrgd av sjúkrahúsinum.

Heilsumálaráðið skrivar at orsøkin er at teir báðir sjúkrahússtjórarnir nú skulu átaka sær ”… eina størri ábyrgd uppá tvørs av Sjúkrahúsverkinum….”

Í brævinum sæst at Heilsumálaráðið mælti til eina lønarhækking, sum var áleið 60.000 kr. í part, men at Fíggjarmálaráðið tó hevur mælt til at lønin hjá teimum báðum stjórunum hækkar umleið 46.000 pr. høvd.

Brot úr svarið frá Heilsumálaráðnum

…….Bæði sjúkrahússtjórin á Klaksvíkar Sjúkrahúsi og á Suðuroyar Sjúkrahúsi eru settir sum tænastumenn, løntir í lønarflokki 37 (lønarstig 50) sambært lønartalvuni hjá Tænastumonnum Landsins. Lønin í lønarflokki 37 er í løtuni kr. 47.861,26 um mánaðin. Tænastumenn fáa ikki vanligt eftirlønargjald sum aðrir løntakarar, men tænastumannaeftirløn, tá teir fara úr starvi – í seinasta lagi tá mánaðurin er úti, sum teir fylla 70 ár í sambært ll nr. 31 frá 5. juli 1971 um tænastumenn landsins.

Í uppskoti til broyting av verandi lønar- og setanarviðurskiftum hjá sjúkrahúsleiðslunum verður mælt til at lata sjúkrahússtjórunum á Klaksvíkar Sjúkrahúsi og á Suðuroyar Sjúkrahúsi eina mánaðarliga ikki eftirlønargevandi viðbót á kr. 5.000 afturat verandi løn. Hetta fyri at átaka sær eina størri ábyrgd uppá tvørs av Sjúkrahúsverkinum. Mánaðarliga lønin hevði tá verið kr. 52.821,26. Tænastumannaeftirlønin verður óbroytt. Fíggjarmálaráðið hevur tó ikki góðkent hesa upphædd, men hevur hinvegin víst á eina viðbót sambært § 11, stk. 2, nr. 4 í lønartalvuni hjá tænastumonnum. Henda viðbót er í løtuni kr. 3.811,66. Lønartalvan hjá Felag Tænastumanna Landsins sæst her:https://d3b1dqw2kzexi.cloudfront.net/media/8531/t%C3%A6nm-okt-2015.pdf

Samlaða árliga meirútreiðslan við støði í eini viðbót sambært § 11, stk. 2, nr. 4 verður sostatt í løtuni kr. 91.479,84 fyri báðar sjúkrahússtjórarnar, ella kr. 45.739,92 fyri hvønn stjóra.

Vinaliga

Heilsu- og innlendismálaráðið


LES MEIRA HER

Lýsing Lýs her...