Úr myndasavninum



Úr videosavninum



Kunngerðir



Hús og heim



Til sølu



Merkisdagar og minningarorð



Fiskiloyvini eru ikki uppsøgd at fara úr gildi 1. Januar 2018


Skrivað hevur John William Joensen 13.11.2017 - 13:34

Lýsing Lýs her...

Í samband við fyriliggjandi uppskot um nýggja fiskivinnulóggávu verður sagt upp í saman, at verandi fiskirættindi ganga út á nýggjárinum, tí hesi vóru uppsøgd fyri 10 árum síðani.

-Hettar er ikki rætt. Løgtingslimir hava onga grund fyri at skunda sær, tí verandi lóggáva tekur hædd fyri hesum. Verandi fiskirættindi eru ongantíð uppsøgd, sigur Christian Andreasen, advokatur.

Í uppskotinum til nýggja fiskivinnuskipan sum nú liggur í løgtinginum verður sagt, at verandi reglur áseta, at øll verandi fiskirættindi fara úr gildi 1. januar 2018.

Christan Andreasen sigur, at hvørki lógarteksturin ella viðmerkingarnar til broytingarlógina (løgtingslóg nr. 68 frá 7. Juni 2007) geva grundarlag fyri eini tulking, at verandi fiskirættindi fyri 10 árum síðani vóru uppsøgd endaliga fara úr gildi 1. Januar 2018.

Tvørturímóti ásetur lógin í § 7c, at fiskirættindi saksøkjarnan eftir 1. januar 2018 kunnu verða longd við 5 árum í senn.

Grein 7c í galdandi lóg er soljóðandi: “Hóast ásetingarnar í § 7 b kann veiðiloyvi verða endurnýggjað, um loyvishavari framhaldandi lýkur treytirnar sambært hesi lóg og treytum, ið settar eru í veiðiloyvið og fiskiloyvið”. Í § 7c, stk. 2 er fylgjandi áseting: “Veiðiloyvi, ið verða endurnýggjað, hava gildi í 5 ár. Onnur veiðiloyvi, ið verða latin eftir 1. januar 2018, hava gildi í 5 ár.”

Tá lógaruppskotið varð lagt fram í apríl 2007 (løgtingsmál nr. 120/2006), hevði uppskotið í § 7c eina áseting um, at veiðiloyvi verða endurnýggjað, um loyvishavarin framhaldandi lýkur treytirnar sambært lóg og treytum, ið settar eru í veiðiloyvið og fiskiloyvið.

Sambært viðmerkingunum til uppskotið til løgtingsmál 120/2006 varð sagt, at verandi skipan hevur verið tulkað sum ein rullandi skipan, galdandi fyri 10 ár í senn, so hvørt sum fiskiloyvini verða endurnýggjað.

Í viðmerkingunum til lógina frá 2007 varð sagt m.a. soleiðis:

Lógarbroytingarnar, sum nú verða gjørdar, skulu eftir ætlan leggja virkiskarmarnar hjá vinnuni og umsitingarkarmarnar hjá myndugleikunum í eina trygga legu frameftir, eisini eftir 1. januar 2018. Tá er ætlanin at endurnýggja loyvini 5. hvørt ár, um loyvishavarin framhaldandi líkur treytirnar í lógini og treytir, sum eru settar í veiðiloyvi og fiskiloyvi.”

Tá lógaruppskotið var til viðgerar í Vinnunevndini staðfesti nevndin eisini hetta, nevniliga við hesum viðmerkingum:

Loyvistíðarskeiðið uppá 10 ár kom í lógina á sumri 1998, og hevur verið roknað sum eitt “rullandi” skeið. Farið verður nú aftur frá hesi skipan, soleiðis at øll veiðiloyvini ganga út tann 31. desember 2017, og at loyvistíðarskeiðið hereftir verður 5 ár. Veiðiloyvi, sum verða útskrivað aftaná 1. januar 2018, verða skrivað út eftir tí lóg, sum tá er í gildi, og løgtingið hevur í hesum tíðarskeiði møguleika at broyta lógina og seta ta skipanir í verk, sum verða mettar at vera burðardyggar.”

- Lógarbroytingin og viðmerkingarnar siga sostatt, at verandi 10 ára skeiðið (rullandi skipanin) verður broytt til eina nýggja rullandi skipan, soleiðis at fiskiloyvini eftir 1. januar 2018 verða endurnýggjað fyri 5 ár í senn, sigur Christian Andreasen.

Lýsing Lýs her...