Lutherdagar

Úr myndasavninum



Úr videosavninum



Kunngerðir



Hús og heim



Flogbóltur, kvinnur: Sofía vann á Kristiani


Skrivað hevur Tíðindaskriv 11.10.2017 - 18:01

Lýsing Lýs her...

Tað gjørdist kvinnurnar hjá Mjølni, sum í gjár komu best frá dystinum í meistaradeildini hjá kvinnum í gjár

Mjølnir var á vitjan í Havn hjá Fleyr, og var hetta fyrsti dysturin hjá Mjølni og nýggja venjaranum Sofíu Purkhús í landskappingini í ár.

Og ikki kann sigast annað, enn at byrjanin var góð, tí Mjølnir vann dystin 3-0, hóast at tvey av settunum vóru sera jøvn - við bert tveimum og trimum stigum á muni.

Fyri stutt síðani var tað venjarin hjá Fleyr, Kristian Mikkelsen, sum hevði betri kortini, tí tá vann Fleyr eina tætta finalu í FK-kappingini í Havn, so tað tykist, sum um at hesi bæði fáa nakrar tættar dystir í ár.

Settini í dystinum vóru annars hesi: 22-25, 16-25 og 23-25.

Støðan hjá meistaradeildini hjá kvinnum sæst á myndini niðanfyri. 

Lýsing Lýs her...