Úr myndasavninum



Lesarabrøv


Andrass Skalum, limur í Umboðsráðnum fyri Ognarfelag Tryggingartakaranna

Valdsins misnýtarar

Símun Gullaksen, formaður Norðoya Fólkafloksfelag

Fiskivinnunýskipanaruppskotið er ov kollveltandi

Edmund Joensen, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin

Maðurin í nei-hattinum

Marjus Dam, fyrrverandi løgtingsmaður

Hvar eru klokkukláru mannagongdirnar og gjøgnumskygni

tórbjørn jacobsen

Lúturin

tórbjørn jacobsen

Tráðan

Stefan í Skorini, stjóri í Føroya Reiðarafelag

Verandi rættindi í vanda


Úr videosavninum



Hús og heim



Til sølu



Føgur orð, men eingin strategi!


Skrivað hevur Hanna Jensen 11.02.2017 - 21:04

Lýsing Lýs her...

Løgtingið skal í dag viðgera ein hóp av uttanríkispolitiskum málum eins og mál um altjóða innlendisarbeiði.

Málini eru millum onnur:

• Eygleiðarastøða fyri Útnorðurráðið í Arctic Circle – fyri at styrkja samstarvið landanna millum um arktisk mál og fremja støðuna hjá Útnorðurráðnum í sambandi við altjóða samstarv um viðurskifti í Arktis. Hendan umsókn um eygleiðarastøðu er vend í Kanada í 2015 og skal til USA at viðgerast í apríl í ár.

• Ráðstevna um geopolitisku støðuna hjá Útnorði. Miðeystur og Kina verða nevnd, eins og Russland. Flóttafólkastreymurin er eisini partur av geopolitiksu rembingunum og broytingunum, sum ynskta ráðstevnan skal varpa ljós á.

• Samstarv um at lokka fleiri ferðafólk til Norðanlond

• Felags politikk í Norðanlondum um flóttabørn, sum koma uttan foreldur/verja, um rættindi, útbúgving, mentanarfatan og málinnlæring.

• Skrivligan spurning frá undirritaðu um førleikamenning í fremmandamáli við vinnuligum, diplomatiskum, politiskum, útbúgvingarligum og mentanarligum endamáli.

Til hesi stóru evni krevjast greið mál – ein strategi - um hvussu vit kunnu tryggja førleikarnar í europeisku tungumálunum – enskt verður neyvan lykilin har aftaná Brexit! Greið mál fyri førleikar í Føroyum og føroyskum netverkum innan arabiskt, mandarin og russiskt eru sjálvsøgd, tá føgru orðini um uttanríkispolitisk áhugamál verða greinað! Og so sjálvandi eitt tilvit og ætlan fyri málini í teimum trimum londunum í Útnorði eins og hinum londunum í norðurlendska samstarvinum – og eigur móðurmál okkara at fáa allarstørsta ans!

Men eg má staðfesta, at Føroyar hava leingi havt og hava enn ein ússaligan akslayppandi mál- og útbúgvingarpolitikk, eina óætlan, sum als ikki stendur mát við føgru orðini um uttanríkispolitisk átøk – bæði frá Norðurlandaráðnum, Útnorðurráðnum og frá almennu Føroyum annars.

Enn einaferð kunnu vit staðfesta, at tað er niðri frá gólvinum og upp, at tingini henda í landi okkara – als ikki frá myndugleikunum sum ein miðvís ætlan. Meðan vit tosa gjøgnum dagin í dag, byrja tey bæði Jóhanna og Dávid sína ferð aftur til Kina – hesaferð til annan bý og annað universitet enn tann kinesiska býin og tað universitetið, har tey tóku sína BA útbúgving og síni grundskeið í høvuðsmálinum, mandarin, í hesum landi, sum øll tosa um at handla og samstarva við. Hesaferð fara tey til djúpari førleikamenning innan kinesiska málið við vinnu, diplomati, mentan og útbúgving fyri eyga.

Tey eru lokomotiv og vísa veg – men fer almenni myndugleikin við tokinum ella verða vit standandi á tokkaiini sum so ofta?

• Sum tá í sendistova varð latin uppi Moskva, Russlandi – uttan at nakað útbúgvingarligt ella málpolitiskt átak varð sett á stovn samstundis – ikki so frægt sum námsætlanin til russiskt sum fremmandamál er skrivað, hóast vit við ferð nærkast fimta ári við nýggjari miðnámsskúlaskipan, tíansheldur er nøkur ætlan at hóma um, at frálæran fer í gongd – hon sum fullkomiliga visjónsleyst steðgaði umleið ár 2002. Eins satspulja til teirra, sum ynskja at taka stig at førleikamenna seg til russiskt úti í heimi, kundi eisini verið svarið.

• Sum tá danskt nærmast varð avtikið sum lærugrein á miðnámi – men varð sett inn sum fremmandamál og vallærugrein í kapping við tey frammanundan skerdu veruligu fremmandamálini í Breytaskipanini, so at tey eta hvørt annað upp í tí lítla bólkinum, sum enn hevur skipanarligan møguleika at velja hesar málsligu vallærugreinir. Danska málið, sum Útnorðurráðið skrivar sínar tilráðingar á og sum hesi lond kanska ætla, at unga ættarliðið átti at brúkt m.a. í Útnorðursamstarvinum og so sjálvandi í norðurlanda samstarvinum í framtíðini...

• Sum tá týskt knappliga – uttan veruliga viðgerð og upplýsing - varð avtikið sum førleikagevandi atgongumerki til stóran part av miðnámstilboðnum og harvið gjøgnum bakdyrnar varð avtikið sum høgt raðfest lærugrein í framhaldsdeild Fólkaskúlans. Soleiðis at skjótt eru bert hendinga lærarar, sum hava prógv og venjing til at geva hesa frálæru. Hvussu sampakkar hetta t.d. við tað stóra talið av týskum ferðafólki í tí vaksandi føroysku ferðavinnuni?

• Sum tá Setrið verður viðgjørt – fysisku karmarnir, bygningar og staðseting – nú eisini á Skálafjørðinum – uttan at innihaldið verður tikið upp á tunguna. Fyri at ikki at tala um tað manglandi samanberingina við Háskóla Íslands, sum undirvísir og granskar í 16 fremmandamálum. Í Føroyum eru tað ár ímillum at vit framleiða ein týsktlærara til fólkaskúlan. Á granskingarstigi hava vit “bert” føroyskt mál – og ikki eingang føroyskt fyri útlendingar – hetta hóast føgur orð um integratiónsætlanir bæði frá landi og kommunum. Vita fólk ikki, at tað kann taka einans eitt ættarlið, til eitt sokallað tungumálsskifti kann fara fram? Hetta er væl kent á karibiskum oyggjum, har enska málið bara hevur tikið yvir, uttan at nakar gav tí gætur, meðan tíð enn var.

• Sum tá vit í 2017 enn ikki hava viðurkent teknmál sum móðurmál teirra deyvu og tunghoyrdu í Føroyum – á tann stóra skomm!

• Sum tá læknar við góðum førleikum í enskum og føroyskum máli ikki kunnu sleppa inn í turnus- og starvsskipanir, tí okkara málpolitikkur á økinum ikki samsvarar við læknamangul og rekruteringsmøguleikar.

Eg kundi nevnt nógv onnur dømi – vit kenna jú nýggju marknaðirnar, har Føroyar kunnu fáa størri samhandil: Kina, Suðurkorea, Japan, Russland o.o. – vit vita eisini væl um, hvar føroyskt eigur at verða styrkt, men eg velji at steðga her og heita á allar avvarðandi partar: landsstýri, vinnulivið, kommunur, løgtingið, útbúgivingarstovnar og onnur um at vit taka lógvatak og gera okkara málpolitiska heimaarbeiði!

Hanna Jensen, Framsókn


Lýsing Lýs her...